7514.11 - Handarbeiði - djúphugsan og faklig menning


Skeiðsnummar
7514.11
Heiti
Handarbeiði - djúphugsan og faklig menning
ECTS
10,5
Endamál
Sjálvstøðug menning hjá tí einstaka
Innihald
• Tey lesandi velja sær sjálvi evni innan handarbeiðsfakliga økið. Tey seta sær ein arbeiðssetning og gera spurdóm í samstarv við læraran. • Arbeitt verður sjálvstøðugt við design og framleiðslu av produkti • Didaktisk refleksión verður gjørd út frá valda arbeiðsøkinum, og ein ella fleiri undirvísingarætlanir verða gjørdar.
Próvtøkuháttur
• Ein skrivlig einstaklinga uppgáva á 15 – 20 síður, har dentur verður lagdur á sjálvvalda evnið, kreativu prosessina og didaktisku refleksiónirnar. • Framsýning av arbeiði frá skeiðinum • Framløga Eftirmetingin er ekstern, og verður dømt eftir galdandi próvtalsskipan. Hugt verður eftir: Um tey lesandi: • Leggja fram eitt arbeiðsúrslit sum er á høgum fakligum støði. • Viðgera valda evnið á fullgóðan hátt. • Seta evnið inn í eina didaktiska hugsan, og leggja til rættis undirvísingartilgongdir til næmingar við ymiskum førleikum. • Duga at greiða frá skapandi arbeiðsgongdini. • Duga at velja sær hóskandi keldutilfar Um uppgávan: • er væl skipað • vísir góðan málburð, orðalag og stavseting • nýtir vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipan