7542.11 - Ítróttur í miðdeildini og ítróttur fyri brekað


Skeiðsnummar
7542.11
Heiti
Ítróttur í miðdeildini og ítróttur fyri brekað
ECTS
12
Endamál
• Leggja til rættis, undirvísa, eftirmeta og beinka undirvísingina innan øki frælsur ítróttur, fimleik/amboðsfimleik, tónleikur og rørsla, útilív, bóltspøl og ítróttur fyri brekað • Gerast tilvitað um sambandið ímillum heilsu og rørslu • Greina og skjalprógva kropsligu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnum í miðdeildini • Eyðmerkja og eyðlýsa læringsástøði • Kjósa, nýta og royna ymisk ástøði og ymisk sløg av íðkanum • Við fjølbroyttum læringartilgongdum í ítrótti at geva næmingum upplivingar og royndir, og vekja áhugan fyri kropsligari venjing og menning
Innihald
• Anatomi ( vøddalæra ) • Fysiologi ( orkugevandi keldur, andingaleiðin og blóðrenslið) • Ítróttur fyri børn og ung • Venjingarhættir ( konditións,liðiligheits, koordinatións, styrki og úthaldni) • Tvørgreinaligt samstarv ( seturskúli, útiskúli, náttúruupplivingar, rógving og at síga) • Øðrvísi (alternativ ) bóltspøl (innleiðsla til stóru bóltspølini) • Gera spøl/bóltspøl, ið verða tillagað aldursbólkin • SI-skeið
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er ein synopsis (próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali) Eftirmetingarúrslit: Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri próvtøkuuppgávuna. Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið um læring, spæl, ítrótt, heilsu og rørslu inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna t.d. sosiala og ítróttaliga førleikan, heilsustøðuna og heilsutilvitskuna hjá málbólkinum. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.