7544.11 - Ítróttarbreyt og ítróttarfeløg (stóru bóltspølini/ketsjaraspøl)


Skeiðsnummar
7544.11
Heiti
Ítróttarbreyt og ítróttarfeløg (stóru bóltspølini/ketsjaraspøl)
ECTS
9
Endamál
: tann lesandi skal vera førur fyri at: • Førleikamenna tey lesandi í ítróttargreinum á breyt og í feløgum • Byggja víðari á innihaldið í modul 3 • Nýta kunningartøkni í frálæruni til at næmingalaga undirvísingina t.d bøta um læringshugin og gera tey fullkøn í at brúka IT sum hjálpiamboð til at bøta um egnar ítóttarligar førleikar • IT til at greina íðkanir, testir o.a. • Fyrireiking og eftirmeting av starvslæru
Innihald
1. Anatomi, fysiologi, greinandi rørslulæru innan bóltspøl og amboðsfimleik/fimleik 2. Venjingarlæra 3. Framhald av reglugerðum í teimum stóru bóltspølunum 4. Kostur og venjing 5. Breið ella smøl venjing av børnum 6. Kappingarítróttur í skúlahøpi
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. (próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali) Eftirmetingarúrslit: Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið inn í evni • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna tann ítróttaliga førleikan í málbólkinum, sum undirvíst verður í. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina. Tá ið mett verður um verkligu royndina, verður hugt at: • Um tann lesandi er førur fyri at fremja tær íðkanir, hann/hon hevur valt • Um tann lesandi lýkur krøvini til linjugreinina ( spæla tvey ymisk bóltspøl, undirvísa í einum triðja, upphitanarskrá við tónleiki, tríggjar ymiskar greinir í fimleiki. Tá ið mett verður um frálæruna verður hugt at: • Um tann lesandi er mentur at seta í verk ta didaktisku ætlan, ið hann hevur lýst í undirvísingarpartinum Tey lesandi fáa eitt próvtal fyri próvtøkuuppgávuna, verkligu royndina og frálæru. Próvtalið er ein heildarmeting av avrikunum.