7551.11 - Myndlist sum vísindi og skúlafak


Skeiðsnummar
7551.11
Heiti
Myndlist sum vísindi og skúlafak
ECTS
10,5
Endamál
Tey lesandi skulu ogna sær vitan og førleikar at meta um tey skiftandi ástøði og fatanir um vitan, læring, sannkenning, dannilsi og tær fatanir um børn, sum lærugreinin myndlist hevur verið grundað á ígjøgnum tíðirnar. Í hesum sambandi skulu tey lesandi fáa innlit í týdningarmikil vísindalig og námsfrøðilig ástøði, ástøðingarnar og bókmentir, sum hava myndað fakið gjøgnum tíðirnar, serliga í Norðurlondum. Tey lesandi skulu gerast før fyri at meta um nýggjar og postmodernaðar fatanir, sum eru áleikandi innan fakøkið myndlist í dag.
Innihald
Tey øki, ið verða viðgjørd eru: Tey vísindaligu, námsfrøðiligu og samfelagsligu ástøðini, tá ið lærugreinin kallaðis ávikavist tekning og evning. Hvussu hesar fatanir myndaðu námsfrøðiliga og fakdidaktiska innihaldið í lærugreinini, og hvørjar fatanir um vitan, læring, sannkenning og dannilsi og fatanir um børn komu til sjóndar, og hvørjar avleiðingar hetta hevði fyri menningina av lærugreinina. Víðari verður, úr somu sjónarhornum, viðgjørt skiftið frá evning til myndlist, og tey myndanámsfrøðiligu og myndadidaktisku ástøðini sum myndlistdiskursurin byggir á. Í hesum sambandið verður nýggja námsætlanin fyri myndlist í føroyska fólkaskúlanum viðgjørd. Viðgjørd verða eisini hugtøkini visualitetur og visuell mentan sum vísindalig øki, og myndanámsfrøðilig og myndadidaktisk perspektiv innan lærugreinina myndlist. Og hvønn leiklut hesi øki kunnu hava í vitanar- læru- og sannkenningar tilgongdini hjá børnum og ungum í samband við lærugreinina myndlist.
Próvtøkuháttur
Einstaklingauppgáva. Innanhýsis próvmeting.