7552.11 - Myndamál og myndadidaktikkur


Skeiðsnummar
7552.11
Heiti
Myndamál og myndadidaktikkur
ECTS
15
Endamál
Modulið snýr seg um fakdidaktikk innan lærugreinina myndlist sum undirvísingarfak í fólkaskúlanum. Í hesum sambandi skulu tey lesandi, við støði í nýggjari og frameftirlítandi myndadidaktikk, ogna sær fakliga og fakdidaktiska vitan um myndir og myndamál og handaligar førleikar í at arbeiða við myndum og myndamáli í samband við undirvísing og læring. Tey lesandi skulu, á ein reflekterandi og grundgevandi hátt, duga at leggja undirvísingartilgongdir til rættis útfrá neyvt ásettum didaktiskum málum.
Innihald
Fyri at náa endamálinum við modulinum, skulu tey lesandi: • Ogna sær vitan um ymisk sløg av myndastílum, við tí fyri eyga, at fáa grundleggjandi vitan um, hvat eyðkennir myndamál, og hvat myndir verða og kunnu brúkast til. • Ogna sær vitan um og førleikar í, at greina og tulka myndir við støði í fleiri ymiskum greiningar- og tulkingarhættum, men við denti á hættir, ið venda sær til børn og ung í samtíðini, og sum hava støðið í postmodernaðum optikkum. • Duga at meta um dannilsisfatanir, ið liggja til grund fyri teimum respektivu greiningar/tulkingarhættunum. Og hvørjar myndadidaktiskar fatanir og diskursar kunnu tengjast at teimum respektivu greiningar/tulkingarhættunum. • Ogna sær vitan um grundleggjandi eyðkenni innan listasøgu og listasjangrur, og didaktiskar førleikar, sum snúgva seg um undirvísing innan listasøgu og listasjangrur. • Ogna sær vitan um, hvat eyðkennir myndaúttrykk barnanna. Í hesum sambandi verður ljóskastarin settur á teir kontekstir, sum myndamentanin, tvs. reseptiónin og prokuktiónin hjá børnum er partur av. • Ogna sær førleikar í at hava ábyrgd av undirvísingini í lærugreinini myndlist. Tí skulu tey lesandi eisini ogna sær vitan um ymisk tøkni, tilfar og formmál innan myndamál. • Arbeiða við verkætlanum, har tey í verkstovum menna egnar handaligar førleikar innan ymisk myndaformmál • Tey lesandi skulu áhaldandi arbeiða við at menna undirvísingartilgongdir innan myndlist. Tey skulu, við skrivligum avrikum og munnligum framløgum, á reflekterandi og metandi hátt, lýsa og greina tilgongdirnar.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt: 1. Starvslæra/skúlasamstarv á uml. 10 tímar. Tilgongdin við starvslæruni endar við eini skrivligari rapport, har støði verður tikið í royndunum frá starvslæruni. (Nærri lýsing í serstøkum skjali) 2. Ein munnlig framløga saman við eini framsýning av verkligum arbeiði hjá tí lesandi. (Nærri lýsing í serstøkum skjali). Eftirmetingarúrslit: Innanhýsis próvdøming. Báðar eftirmetingarnar verða mettar staðið/ikki staðið.