7703.11 - Barnagarður og skúlabyrjan


Skeiðsnummar
7703.11
Heiti
Barnagarður og skúlabyrjan
ECTS
10,5
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at ogna sær vitan um, hvussu barnagarðurin og barnagarðspedagogar fyrireika børnini til skúlabyrjan. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • Fáa holla vitan um nakrar grundleggjandi lógir og reglur, ið eru galdandi á dagstovna- og skúlaøkinum (dagstovnalógin, fólkaskúlalógin, námsætlanir á dagstovnaøkinum og námsætlanir í innskúlingini í fólkaskúlanum) • Fáa greiða fatan av hvussu námsfrøðingar, ið arbeiða við 5-6 ára gomlum børnum, leggja arbeiðið til rættis fyri at gera børnini skúlabúgvin • Skilja tær avbjóðingar og teir trupulleikar, ið kunnu taka seg upp, tá ið eitt barn sigur barnagarðinum farvæl og byrjar í skúla • Fáa innlit í málmenning og hvussu barnagarðspedagogurin kann stimbra málsliga førleikan hjá barninum, áðrenn barnið byrjar í skúla • Læra at nýta didaktiskar fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlar, ið hava til endamáls at gera pedagogiska arbeiðið so vælgrundað sum gjørligt • Læra at leggja eina menningarætlan til rættis, ið er ætlað børnum í 5-6 ára aldri og sum hevur til endamáls at búgva børnini til undirvísingina í 1. flokki • Fáa høvi at royna hesa menningarætlan í verki og at eftirmeta og skjalprógva úrslitið.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í ein ástøðiligan part og ein starvslærupart. Tann ástøðiligi parturin er soleiðis skipaður: - Tað stovnsgjørda barnið sum sosiologiskt fyribrigdi - Barnagarðsnámsfrøði - Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir í barnagarðinum og í innskúlingini - Sambindingin millum barnagarð, skúla og frítíðarskúla - Ástøði um spæl og læru bæði í barnagarði og skúla - Málmenning, málslig tilvitan sum ein fyritreyt í byrjanarfrálæru í lesing og skriving - Frálærutilfar – hvat verður nýtt í barnagarðinum og í innskúlingini? - Einstaklingslagað menning og næmingatillagað undirvísing - Eftirmeting sum pedagogiskt amboð - Verkætlanararbeiði sum lærutilgongd í barnagarðinum - Starvslæra – at arbeiða fakliga og didaktiskt við børnum í skúlabúgvingaraldri
Próvtøkuháttur
• Tey lesandi skulu í starvslæru í 3 vikur í einum barnagarði. Starvslæran tekur støði í eini vælgrundaðari didaktiskari ætlan, ið tey lesandi hava orðað áðrenn starvslæruna. • Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, har tey bregða ástøði, didaktiskt ætl og starvsroyndir saman. (Uppgávuorðingin og krøvini til uppgávuna verða lýst nærri í serstøkum uppgávuskjali). Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri starvslæruna. Skrivliga uppgávan verður mett við støði í galdandi próvtalsstiga.