7704.11 - Undirvísingin í innskúlingini


Skeiðsnummar
7704.11
Heiti
Undirvísingin í innskúlingini
ECTS
9
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um undirvísing í innskúlingini. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • Fáa eina fatan av teimum krøvum, ið skúlin og skúladagurin setur børnum í 6 – 7 ára aldri • Gerast tilvitað um ta sosialisering, ið hendir – og eigur at henda – fyrstu árini í skúlanum. • Fáa kunnleika um fakliga førleikan, persónliga førleikan og sosiala førleikan hjá næmingum í innskúlingaraldri, og hvussu næmingarnir kunnu menna hesi førleikaøki • Seta seg inn í og meta um undirvísingartilgongdir og undirvísingarhættir, ið verða nýttir í innskúlingini. • Fáa innlit í byrjunarundirvísing í móðurmálinum og í lærugreinum, ið fáast við tøl og støddfrøðilig hugtøk. • Fáa holla vitan um teir fyrimunir og tær avbjóðingar, ið eru knýttar at tvørgreinaligum samstarvi (samstarv millum lærara/lærara og lærara/námsfrøðing) • Læra at hugleiða um og nýta didaktiska skjalfesting. • Læra at leggja eina menningarætlan til rættis, ið er ætlað næmingum í 7-9 ára aldri, og sum hevur til endamáls at geva teimum eina góða og meiningsfulla skúlabyrjan. • Fáa høvi at royna hesa menningarætlan í verki og at eftirmeta og skjalprógva úrslitið.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í ein ástøðiligan part og ein starvslærupart. - Fólkaskúlin sum sosialiseringspallur - Fólkaskúlalóg og námsætlanir - Didaktiskar reflektiónir og fjølbroyttar undirvísingartilgongdir - Byrjunarundirvísing – at undirvísa í bókstavum, teknum og tølum. - Næmingalagað undirvísing - Undirvísingartilfar í 1., 2. og 3. flokki - Eftirmeting sum pedagogiskt amboð - Starvslæra – at arbeiða fakliga og didaktiskt við børnum í innskúligaraldri
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu í starvslæru í 3 vikur. Starvslæran verður lisin í 1., 2. ella 3. flokki. Starvslæran tekur støði í eini vælgrundaðari didaktiskari ætlan, ið tey lesandi hava lagt til rættis áðrenn starvslæruna. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, har tey bregða ástøði, didaktiskt ætl og starvsroyndir saman. (Uppgávuorðingin og krøvini til uppgávuna verða lýst nærri í serstøkum uppgávuskjali). Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri starvslæruna. Skrivliga uppgávan verður mett við støði í galdandi próvtalsstiga.