7706.12 - Skúlabúgving og tað virkna barnið


Skeiðsnummar
7706.12
Heiti
Skúlabúgving og tað virkna barnið
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Í hesum skeiði skula tey lesandi ogna sær vitan um, hvussu barnagarðurin og námsfrøðingurin didaktiskt kunnu fyrireika børnini til skúlabyrjan, og hvønn leiklut lærarin hevur i í mun til hetta skiftið. Tey skula eisini nema sær kunnleika um didaktisku tilgongdina, ið byggir á barnsins kreativitet, fantasi og spælandi tilgongd til menning og læring.
Innihald
• Stovnsgjørdabarnið sum sosiologisktfyribrigdi • Skiftiðmillumstovn og skúla • Sambandiðmillumbarnagarð, skúla og frítíðarskúla • Lógarverk, námsætlanir og didaktiskartilgongdir í barnagarði og í innskúling • Didaktiskaravbjóðingar í barnagarði • Einstaklingslagaðmenning og næmingatillagaðundirvísing • Ástøðiumspæl og læru,bæði í barnagarði og skúla • Estetiskarlærutilgongdir • Kreativitetur og innovatión í mun til menning og læring • Skapanartilgongdsamanviðbørnum • Verkstaðararbeiði sum ítøkiliglærutilgongd • Verkætlanararbeiði sum lærutilgongd í barnagarðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting.Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Viðskeiðslokskululesandi: • Megna kritiskt og tulkandi at taka støðu til grundleggjandi lógir og reglur, ið eru galdandi á dagstovna- og skúlaøkinum • Duga at skipa arbeiðið at gera 5-6 ára gomul børn skúlabúgvin. • Vísa, at tey hava innlit í og megna at tulka tær avbjóðingar og teir trupulleikar, ið kunnu taka seg upp, tá ið eitt barn sigur barnagarðinum farvæl og byrjar í skúla • Vera før fyri at nýta didaktiskar fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlar, ið hava til endamáls at gera pedagogiska arbeiðið so væl grundað sum gjørligt • Duga at skyna á formligum og óformligum lærutilgongdum • Vera før fyri at lýsa, hvat eyðkennir estetiskar lærutilgongdir og megna at hugsa kreativt og nýskapandi, tá ið tað snýr seg um at skapa góðar menningar- og læruumstøður • Duga at leggja eina menningarætlan til rættis, ið er ætlað børnum í 5-6 ára aldri og sum hevur til endamáls at búgva børnini til undirvísingina í 1. flokki
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er tvíbýtt: Ì fyrra partinum skulu lesandi arbeiða við einari kreativari verkætlan til børn í skúlabúgvingini. Henda verkætlan skal roynast saman við børnum.Lesandi skulu standa hesa verkætlan fyri at kunna fara í holt við annan part. Annar partur er ein skrivlig uppgáva uppá 3 síður, ið er ástøðiliga og didaktiska støðið undir einari munnligari próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen