7711.11 - Pedagogisk leiðsla - grundleggjandi ástøði, hugtøk og fyribrigdi


Skeiðsnummar
7711.11
Heiti
Pedagogisk leiðsla - grundleggjandi ástøði, hugtøk og fyribrigdi
ECTS
12
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi • Fáa greiðu á viðkomandi hugtøkum, ið hava verið nýtt og verða nýtt í leiðslu- og fyrisitingarligum arbeiði • Fáa innlit í arbeiðssálarfrøðilig viðurskifti og fyribrigdi • Kenna tað ástøðisliga jørðildið, sum heitini pedagogisk leiðsla og pedagogfaklig leiðsla eru sprottin úr • Duga at skyna ímillum pedagogiska leiðslu og pedagogfakliga leiðslu og duga at grunda yvir, hvussu hesi bæði leiðsluhugtøk verða nýtt á stovni og í skúla nú á døgum
Innihald
Skeiðið er skift sundur í hesar partar 1. Partur: Grundleggjandi leiðsluhugtøk og fyribrigdi 2. Partur: Leiðsla og leiðslufatan í søguligum ljósi: Búskaparkollevltingin; Frá kollektivum arbeiði til einstaklingabundið arbeiði;Arbeiðsmentan í 21.øld – fleksibilitetur og mobilitetur 3. Partur: Leiðsla og leiðslufatan á okkara døgum: Scientific Management; Human Ressource Management; New Public Management, Organisatiónsmentan (virði, normar og hugburður, diskursur) 4. Partur:Leiðsla og leiðslufatan í pedagogiskum arbeiði: DLO (tann lærandi organisatiónin), støðubundin og nútíðarlig læring; kompetansur og kvalifikationir; viðurkennandi leiðsla, socialkonstruktivistisk leiðslufatan; leiðslustílur (tann autoriteri leiðarin, tann demokratiski leiðarin, lassez-fair leiðarin); støðubundin leiðsla, broytingarleiðsla 5. Partur:Ymisku uppgávurnar hjá dagstovnaleiðaranum og skúlastjóranum: Búskaparlig og umsitingarlig leiðsa, strategisk leiðsla, starvsfólkaleiðsla og faklig leiðsla 6. Partur:Fólkaskúlalógin og Løgtingslógin um dagstovnar og dagrøkt, sum eru løgfrøðiligu karmarnir um pedagogiska og pedagogfakliga leiðslu
Próvtøkuháttur
Eftir skeiðið skal tann lesandi skriva eina synopsis. Synopsan er einstaklingabundin og skal verjast munnliga (Synopsan og munnliga próvtøkan verða neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali) Eftirmetingarúrslit: Tá ið mett verður um synopsina og munnligu framløguna verður hugt at: Um tann lessandi megnar at nýta leiðsluástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið hann svarar spurdóminum Um tann lesandi dugir at grunda yvir ymiskar leiðslufatanir og at tengja tær afturat starvinum sum annahvørt fólkaskúlalarari ella námsfrøðingur Hvussu hepnast tað tí lesandi at skriva og skipa synopsina Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at nýta APA-tilvísingarskipana Próvtal: Tann lesandi fær staðið/ikki staðið fyri samlaða avrikið – skrivliga og munnliga.
Próvtalsstigi
P-talsstigin