7711.12 - Námsfrøðilig leiðsla – grundleggjandi ástøði, hugtøk og fyribrigdi


Skeiðsnummar
7711.12
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla – grundleggjandi ástøði, hugtøk og fyribrigdi
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2 ár á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at tann lesandi lærir at skilja, at vit eru farin frá siðbundna samfelagnum til seinmodernitet og informatiónssamfelag, sum seta heilt onnur krøv til stovns- og skúlaleiðslu. Tann lesandi skal yvirskipað læra at kenna mun á klassiskum og modernaðum leiðsluástøði. Harumframt skal hann læra at kenna munin á námsfrøðiligari leiðslu og námsfrøðifagligari leiðsu.
Innihald
Skeiðið er skipað í hesar partar: - Klassisk og nútíðar organisatiónsástøði samanborið við (1) námsfrøðiliga leiðslu og (2) námsfrøðifagliga leiðsa - Úrvaldir nútíðar ástøðingar, sum lýsa fjøltáttað viðurskifti í seinmodernitetinum - Hyperkompleksa samfelagið sambært Lars Qvortrup - Lærandi organisatiónin sambært Peter Senge og læringsástøðið hjá Gregory Bateson - Skipanarástøðið hjá Niklas Luhman - Sosial konstruktión sambært Kenneth Gergen – við serligum atliti at, hvussu samskifti myndar leiðslu í skúla og á stovni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærarastýrd undirvísing, uttanseturs fyrilestrahaldarar, fakligar tvírøður og samrøður, næmingaframløgurog kjakfora, ymiskar skrivivenjingar og eftirmetingaruppgávur, ið hava til endamáls, at tann lesandi lærir fakliga próvførslu, bólkaarbeiði, at greiða og greina ítøkiligar casir o.a.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi • Duga at seta orð áhvussu leiðslustrategiier eru broyttar seinastu øldina. • Megna at lýsa seinmodernitet í breiðari merking og duga at greiða frá sentralum hugtøkum og fyribrigdum við atliti at broytingini frá siðbunda til seinmodernaða samfelagið, og hvønn týdning hetta hevur fyri leiðarar, starvsfólk og børn í ávíkavíst fólkaskúlanum og á dagstovnaøkinum. • Vera før fyri at skilja ímillum, samanbera og fyrihalda seg kritisk til tað menniskja- og starvsfólkasýnið, ið ymisk grundleggjandi leiðsluástøði byggja á • Duga at meta um frágreiðingarmegina í ymiskum leiðsluástøðum, og hvussu ein sum vanligur lærari/námsfrøðingur, komandi leiðari/ virkandi skúla- ella dagstovnaleiðari tilvitað kann nýta leiðsluástøði í føroysku skúla- og stovnsskipanini, barninum/næminginum at frama.
Próvtøkuháttur
Synopsa, sum verður skrivað einsæris. Synopsan skal vera 7 síður (+/- 10%) og skal verjast munnliga. Innanhýsis próvdøming. Um so er at tann lesandi ikki stendur próvtøkuna, so verður endurpróvtøka. Endurpróvtøkan verður lýst í serstøkum skjali
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Súsanna Olsen