7712.11 - Sjálvsleiðsla, toymisleiðsla og projektleiðsla


Skeiðsnummar
7712.11
Heiti
Sjálvsleiðsla, toymisleiðsla og projektleiðsla
ECTS
13,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi • skulu skilja, at øll leiðsla byrjar við, at leiðarin dugir og megnar at leiða seg sjálvan. Hetta verður á fakmáli rópt sjálvsleiðsla • fáa greiðu á, hvat eyðkennir toymisarbeiði, og hvussu toymissamstarv vanliga verður skipað á stovni og í skúla • skulu fáa førleikar at skilja og grunda yvir, hvat krevst, tá ið lærarar og námsfrøðingar skulu standa fyri einari ítøkiligari verkætlan. Hetta verður rópt verkætlanarleiðsla ella toymisleiðsla • skulu læra at skipa, at seta í verk og eftirmeta eina ítøkiliga verkætlan annaðhvørt á stovni ella í skúla. Hetta verður rópt verkætlanarleiðsla • skulu fáa royndir at nýta coaching sum leiðsluamboð og skilja, hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar kunnu standast av hesum amboðunum. (Coaching er í dag ein náttúrligur partur av modernaðum leiðsluarbeiði og leiðslumenning)
Innihald
Skeiðið er skift sundur í fýra partar. 1. partur: Sjálvsleiðsla - Skiftið frá ídnaðarsamfelagnum til vitanarsamfelagið/seinmodernaða samfelagið hevur havt ta fylgju, at einstaka menniskjað er vorðið meiri frælst, autonomt, sjálvbjargið og sjálvstilvitað. Hetta ávirkar sjálvsagt vanligt leiðsluarbeiði, har leiðarin – umframt at leiða seg sjálvan - leiðir sjálvleiðandi starvsfólk. Ástøðini, ið vit fara at arbeiða við, snúgva seg um persónsmenskumenning, samleikamenning, sjálvsdannilsi og stava frá bæði almennari sálarfrøði, arbeiðssálarfrøðini, organisatiónsástøðum og Human Ressource 2. partur: Toymisleiðsla - Toymistankin sigur, at fleiri menniskju hugsa betur enn eitt. Og at fleiri menniskju, ið arbeiða væl saman, megna at loysa torgreiddari uppgávur enn eitt menniskja, ið arbeiðir einsamalt. Vit fara tískil at kanna, hvussu eitt sterkt toymi skal mannast, motiverast og mennast. Hvat eyðkennir arbeiðsgongdina og samskiftisháttin í einum sterkum toymi? Hvussu loysir ein illstøður og tvístøður í toymisarbeiði? Og hvussu eftirmetir ein toymisarbeiði? 3. partur: Verkætlanarleiðsla – Leiðsla snýr seg í stóran mun um at síggja, hvørjar uppgávur ella verkætlanir skulu fremjast ástaðis, og hvussu hesar uppgávur ella verkætlanir verða loystar á skilabestan hátt. Í hesum partinum av skeiðnum fara vit tískil at arbeiða við hugtøkum so sum verkætlanararbeiði, missión, visjón, at leggja til rættis, arbeiðsbýti, fígging og eftirmeting. 4. partur: Coaching er eitt hugtak, ið stavar frá ítróttaheiminum. Endamálið er at síggja einstaka menniskjað (ella einstaka leiðaran) og at fáa viðkomandi at gerast tilvitaðan um sína egnu uppgávu, og hvussu henda uppgávan kann loysast á skilabestan hátt. Tey lesandi fara at greiða og greina coachinghugtakið við støði í t.d. systemástøði, sosialkonstruktivismu, narrativum ástøðum, AI og DUKA.
Próvtøkuháttur
Eftir skeiðið skal tann lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Uppgávan verður skrivað í bólki og skal verjast munnliga. Tað skulu í mesta lagi vera 3 lesandi í hvørjum bólki. (Upplýsingar um uppgávuslag, vav og treytir verða lýst í sjálvstøðugum skjali) Eftirmetingarúrslit: Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at skyna ímillum sjálvsleiðslu, toymisleiðslu og verkætlanarleiðslu • Um tann lesandi hevur greiði á, hvørji ástøði, fyribrigdi og hugtøk, ið eru miðdepils, tá ið ein viðger ávíkavist sjálvsleiðslu, toymisleiðslu og verkætlanararbeiði • Um tann lesandi megnar at knýta ástøði og praksis saman og gruna yvir, hvussu sjálvsleiðsla, toymisleiðsla og verkætlanarleiðsla kunnu dragast inn í ymisku leiðsluuppgávurnar á stovni og skúla • Hvussu tað hepnast tí lesandi at skriva og skipa uppgávuna • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • Um tann lesandi nýtir keldur og dugir at nýta APA-tilvísingarskipana Tann lesandi fær staðið/ikki staðið fyri avrikið.
Próvtalsstigi
P-talsstigin