7713.11 - Pedagogisk leiðsla Stovu- og Floksleiðsla, Stovns- og Skúlaleiðsla


Skeiðsnummar
7713.11
Heiti
Pedagogisk leiðsla Stovu- og Floksleiðsla, Stovns- og Skúlaleiðsla
ECTS
10,5
Endamál
• At fáa innlit í astøði og empirisk granskingarúrslit, ið snúgva seg um organistión og leiðsluuppgávur, lógir, karmar, kor, atlit og fyrilit. • Fáa greiða fatan av fakligu hugtøkunum, læring, læringsleiðslu, floksleiðslu og almennum didaktikki, og læra at grunda yvir, hvussu ymiskar tulkingar og útleggingar av hesum hugtøkum kunnu nýtast, tá ið ein skal skipa virksemi annahvørt í vøggu- og barnagarðsstovu ella í einum flokshøli • Vera før fyri at nágreina og seta orð á, hvat eyðkennir ávíkavíst stovnsleiðslu og skúlaleiðslu. Hvørji eru felagseyðkennini, og hvørji eru frábrigdini (Í hesum sambandi verður serliga hugt eftir administrativari leiðslu, fíggjarleiðslu, strategiskari leiðsu, starvsfólkaleiðslu og fakligari leiðslu)
Innihald
Skeiðið er skift sundur í tveir høvuðspartar. Í fyrra partinum verður arbeitt við stovu- og floksleiðslu. Temuni eru: 1. Floksleiðsla (classroom management) 2. Námsætlanin sum pedagogisk amboð og vegvísi 3. Læring, og læringsleiðsla 4. Relatión, viðurkennendi pedagogikk og støðubundin læring 5. At læra og/ella at spæla Í seinna partinum verður arbeitt við stovns- og skúlaleiðslu. Temuni eru: 6. Lógarverkið – dagstovnalóg, politiski mynduleikin, játtan, treytir og tíðarrák 7. Lógarverkið – fólkaskúlalógin, politiski mynduleikin, játtan, treytir og tíðarrák 8. Samstarv ímillum stovn og skúla 9. Stratetisk leiðsla – misjón og visjón
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skal tann lesandi skriva eina synopsis. Synopsan er einstaklingabundin og skal verjast munnliga Eftirmetingarúrslit: • Tá ið mett verður um synopsina og munnligu framløguna verður hugt at: • Um tann lesandi megnar at nýta viðkomandi ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið hann svarar spurdóminum • Um tann lesandi dugir at grunda yvir ymsar leiðslufatanir og at tengja tær afturat starvinum sum annahvørt fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur • Hvussu tað hepnast tí lesandi at skriva og skipa synopsina • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygna og rætta stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at nýta APA-tilvísingarskipanina
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við byrjan av skeiðnum – bøkur fáast til keyps í Rit og Rák, í SMS.
Ábyrgd
Súsanna Olsen