7715.12 - Skúla- og stovnsleiðsla, floks- og stovuleiðsla


Skeiðsnummar
7715.12
Heiti
Skúla- og stovnsleiðsla, floks- og stovuleiðsla
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2 ár á námsvísindadeildini
Endamál
Lesandi skulu fáa innlit í ástøði og empiriskar kanningar um skúla- og stovnsleiðslu. Hvørjar eru felags avbjóðingarnar, og í hvørjum førum eru hesar báðar leiðslutilgongdirnar ólíkar. Har umframt skulu tey nema sær kunnleika um og førleika at arbeiða við floks- og stovuleiðslu. Hetta eru hugtøk, fyribrigdi og amboð úr ávíkavist skúlaheiminum og frá dagstovnaøkinum, ið kunnu nýtast til at skapa trivnað og gott læringsumhvørvi fyri einstaka barnið.
Innihald
Skeiðið er skipað í 3 partar: Skúla og stovnsleiðsla  Hvør er misjónin á fólkaskúla- og stovnsøkinum?  Lógarverk – fólkaskúlalógin, dagstovnalógin, politiski myndugleikin, játtan, treytir og tíðarrák, strategisk leiðsla, o.a. Floksleiðsla og stovuleiðsla  Floksleiðsla (classroom management)  Námsætlan og námsfrøðlig stevnumið sum amboð og vegvísi  Læring og læringsleiðsla  Relatiónir, viðurkennandi námsfrøði  At læra og/ella spæla Samstarv ímillum lærarar og námsfrøðingar  Tvørgreinalig praksis  Inklusjón
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærarastýrd undirvísing, uttanseturs fyrilestrarhaldarar, fakligar tvírøður og samrøður, næmingaframløgur og kjakfora, ymiskar skrivligar venjingar og eftirmetingaruppgávur, ið hava til endamáls, at tann lesandi lærir fakliga próvførslu, bólkaarbeiði, at greiða og greina ítøkiligar casir o.a.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna  At seta orð á, hvat ástøði og kanningar siga um førleikan hjá skúla - og stovnsleiðslu at megna dagligu leiðsluuppgávuna og fáa hana at sampakka við lógarkarmar, rák uttaneftir, politisku skipanina og krøv frá foreldrum og samfelagnum sum heild.  At geva eina breiða lýsing av hvussu skúla- og stovnsleiðsla fóta sær í dagliga fjøltáttaða krosstrýstinum, sum er ein treyt, tá ið arbeitt verður við mennsikjum,  At grunda um og ímynda sær, hvussu ein sum leiðari kann fremja strategiska leiðslu, tá ið misjónin er ein “bundin uppgáva”, og rásarúmið til visjónir er knýtt at fíggjarjáttan, sum framhaldandi er í lægra lagi Skeiðslýsing  Duga at geva dømir um, hvørjar avbjóðingar og møguleikar eru í leiðsluuppgávuni, og hvussu hetta ávirkar starvsfólk , foreldur og børn.  At eftirmeta arbeiði og fakligu dygdina í arbeiðinum, sum verður framt í skúla og á stovni  At greiða og greina tann logikk, sum er í ástøði um, hvussu námsfrøðingar og lærarar kunnu samstarva , herundir inklusión – og duga at vísa á, hvønn leiklut leiðslan hevur í hesum høpi.  At skilja ímillum, samanbera og fyrihalda seg kritiskt til ástøði, hugtøk og fyribrigdi um floks- og stovuleiðslu, læring, læringsleiðslu og didaktik í skúla, eins væl og á stovni  At meta um frágreiðingarkraftina í ymiskum ástøði um relatiónsførleika hjá starvsfólki og leiðara, og hvussu hetta ávirkar m.a. hugalagið í skúla og á stovni, umframt hvussu leiðslan kann bera so í bandi at hesi viðurskifti eru í lagið, so at ... skúlabarni mennist í treysti til sín sjálvs, og barni á stovni ... verður ment og menta á fullgóðan hátt.
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu, sum verður skrivað í bólki (max. 3 lesandi), ella einsæris. Uppgávan skal verjast munnliga.  Ein lesandi 10-15síður  Tvey lesandi 12-17 síður  Trý lesandi 14-18 síður
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Súsanna Olsen