7716.12 - Starvsfólkaleiðsla sum sjálvsleiðsla, coaching og verkætlanarleiðsla


Skeiðsnummar
7716.12
Heiti
Starvsfólkaleiðsla sum sjálvsleiðsla, coaching og verkætlanarleiðsla
ECTS
10,5
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2 ár á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við hesum skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í ástøði og empirisk kanningarúrslit, ið snúgva seg um sjálvsleiðslu og leiðslu av sjálvleiðandi starvsfólki. Eisini skulu lesandi nema sær kunnleika um leiðsluamboðið coaching. Av tí, at skúli og stovnur framhaldandi mugu laga seg til nógvar og áhaldandi broytingar í seinmodernaða samfelagnum, er neyðugt, at lesandi harumframt vita, hvussu verkætlanarleiðsla verður skipað til tess at kunna nýta hetta sum amboð, tá ið broytingar og nýggj tiltøk skulu setast í verk.
Innihald
Skeiðið er skipað í 3 partar: Sjálvsleiðsla og leiðsla av sjálvleiðandi starvsfólki • Søguliga frásjón í mun til sjálvsleiðslu • Sosialkonstruktivisma sum ástøðiligt jørðildi í mun til sjálvsleiðsu • At leiða seg sjálvan (skapa og finna meining í eins yrki) • Hvørjar førleikar skal ein leiðari hava fyri at leiða sjálvleiðandi starvsfólk? • “Work/life – javnvágin” hjá námsfrøðingi og lærara Coaching sum leiðsluamboð • Søgan aftanfyri hugtakið coaching (úr USA til Skandinavia) • Systemiska- sosialkonstruktionistiska og narrativa ástøði, sum jørðildi • Ymisk háttaløg innan coaching • Coaching í praksis í mun til toymi og persónliga Verkætlanarleiðsla • Allýsing av verkætlanarhugtakinum: Hvat er ein verkætlan, og hvat er ein námsfrøðilig verkætlan? • Verkætlan sum karmur um menning og læring (bæði hjá leiðsu og starvsfólki) • Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvat skal ein ansa eftir, tá ið arbeitt verður við einari verkætlan? (Her verður serliga hugsað um at leiða størri og minni verkætlanir á dagstovni og í skúla)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærarastýrd undirvísing, uttanseturs fyrilestrarhaldarar ( m.a. eisini smærri fyrilestrar tiknir niður frá alnótini ), fakligar tví- og samrøður, næmingaframløgur og kjakfora, ymiskar skrivligar venjingar og eftirmetingaruppgávur, ið hava til endamáls at læra lesandi fakliga próvførslu, bólkaarbeiði, at greiða og greina ítøkiligar casir o.a.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at seta orð á, samskifta og kjakast um hvat ástøði og empirisk kanningarúrslit siga um sjálvsleiðslu, og hvat tað vil siga at leiða starvsfólk, sum eru sjálvleiðandi • Duga at djúphugsa um, hvussu ein sum námsfrøðiligur leiðari kann menna og fremja sjálvsleiðslu, so at ein kann skyna á hvat er “mítt og tykkara” í leiðslurelatiónini, hvussu ein sum sjálvleiðandi kann handfara tvístøður og samstundis vera greiður yvir, at leiðarin altíð hevur evstu ábyrgdina av, at starvsfólk trívast, tá ið tey eru til arbeiðis. • Duga at grunda yvir hvørjar avbjóðingar og møguleikar ein námsfrøðiligur leiðari hevur í sjálvsleiðslu, og hvussu leiðarin sum persónur og høvuðsábyrgdari ávirkar (ella kann ávirka) bæði starvsfólk, foreldur og børn. • At eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið og fakligu dygdina á stovns- og skúlaøkinum, har sum sjálvsleiðsla fer fram • At greiða og greina tey ástøði og tær leiðbeiningar, ið siga frá, hvussu ein sum námsfrøðiligur leiðari kann gagnnýta leiðsusluamboðið coaching og verða tilvitaður um sjónligu og ósjónligu maktrelatiónina, sum altíð er til staðar • At skilja ímillum, samanbera og fyrihalda seg kritiskt til ástøði, hugtøk og fyribrigdi um sjálvsleiðslu og coaching í mun til starvsfólk á stovns- og skúlaøkinum. • At meta um frágreiðingarmáttin í ymiskum ástøðum, ið eru um sjálvsleiðslu (bæði hjá leiðara og starvsfólki) • At kenna høvuðstættirnar í ástøði og leiðbeiningum um eina verkætlanargongd- og leiðslu, og hvussu verkætlanarleiðsla kann stuðla upp undir misjón og visjón innan dagstovnaøkið og fólkaskúlaøkið. Innanhýsis próvdøming. Um so er, at tann lesandi ikki stendur próvtøkuna, verður endurpróvtøka eftir nærri avtalu við lærara og innanhýsis próvdómara, tó í seinasta lagi 30 dagar eftir fyrstu próvtøkuroynd.
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skriva lesandi einsæris eina synopsu, sum í vavi skal vera ímillum 6-8 síður, og sum skal verjast munnliga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður, tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Súsanna Olsen