7717.12 - Námsfrøðilig leiðsla – yrkisrættaði parturin


Skeiðsnummar
7717.12
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla – yrkisrættaði parturin
ECTS
9
Endamál
• At tann lesandi fær innlit í hvat eyðkennir dagstovnin og skúlan sum arbeiðspláss • Sær hvussu misjón og visjón kemur til sjóndar, og at dagstovnalóg og fólkaskúlalógin verður framd í verki Fáa innlit í hvussu fjøltáttað og kompleks leiðsluuppgávan á stovni og skúla er til dagligt og hvussu ein raðfestir arbeiðsorkuna, í mun til 4 økini – búskaparligu/umsitingarligu, fakligu, strategisku og starvsfólkaleiðsluna
Innihald
Tann lesandi velur sær áðrenn fari verður í starvslæru nøkur fokuspunkt, t.v.s partar av ástøði, fakhugtøk, leiðsluamboð o.l. sum tann lesandi serliga vil eygleiða og hvussu hetta sær út í verki. Annars skal tann lesandi í samráð við starvslæruvegleiðara verða í einum slag av “meistaralæru/síðumanns upplæring” har bæði ráðlagt og fyrfallandi arbeiði í samband við dagstovnaleiðslu og skúlaleiðsu verður eygleitt og uppliva í støðuni. Við jøvnum millumbilum og áleiðis í starvslæruni hava tann lesandi og starvslæruvegleiðarin samrøðu har tey í fakligum tvírøðum og samrøðum reflektera yvir leiðslustøðurnar, og á hendan hátt fær tann lesandi aktivera ástøði í praksis.
Læru- og undirvísingarhættir
• Starvslæruvegleiðarin hevur fingið áðrenn starvslæran byrjar eitt kunningarskriv, ið yvirskipað vísur á hvat uppgáva hansara er og hvat Námsvísindadeildin væntar av viðkomandi, hevur lært og kunnað tann lesandi um í starvslæruni. Serliga verður dentur lagdur á vegleiðingarsamrøðuna, ið tann lesandi hevur rætt til hvørja viku, áleiðis í starvslæruni, og at fakligt kjak verður hildið á einum nøktandi støði
Læruúrtøka
• Vita hvussu dagstovnur og fólkaskúlin verður rikin sum stovnur. • Fáa innlit í leiðslustíl og tilgongd og grunda yvir hví hetta er so? • Innlit í hvussu ein dagstovnaleiðari/skúlaleiðari arbeiðir til dagligt, hvussu er samstarv og samskifti við starvsfólkahópin, foreldur, kommununa, mentamálaráð • Fáa innlit í hvussu leiðarin tryggjar sær at námsfrøðiliga arbeiði verður framt dygdargott og at einstaka barni í tryggum og vinaligum umhvørvi á dagstovni, verður ment og menta á fullgóðan, og at barni í skúlanum mennist í treysti til sín sjálvs • Læra á einum yvirskipaðan hátt hvussu fíggjarligu karmarnir um dagstovn/skúla virka, hvat hevur dagstovna/skúlaleiðarin ræðisrættin yvir og hvat er fíggjarliga ábyrgdin hjá Kommunu og Mentamálaráðnum • Hvussu arbeiðir einstaki dagstovnaleiðarin/skúlaleiðarin strategisk, herundir hvussu sær visjón og virðisgrundarlag út, sum stovnur, ella skúli byggja sítt arbeiði á • Hvussu skipar og praktiserar leiðsla starvsfólkapolitik og starvsfólkaleiðslu (t.d. MUS-samrøður, farloyvisumsóknir, setanarsamrøður, korrektiónssamrøður v.m.) • Hvussu verður faklig menning raðfest, skipa og praktisera (Hvør fer á skeið og hví? Hvat kann leiðarin sjálvur taka sær av í hesum høpi og hvat verður biðið um av tænastum uttanífrá, í mun til fakliga menning av starvsfólki sum toymir og sum einstaklingar?) • Fáa innlit í hvussu fundarvirksemi verður framt, bæði tað ráðlagda og adhoc fundir innanhýsis og uttanhýsis. • Síggja dømi um hvussu arbeiði við námsætlan og ársætlan sæst aftur í dagliga arbeiðnum Síggja dømi um hvussu ráðleggingartíð, reflektiónskarmar og eftirmeting verður brúkt á dagstovni, ella í skúlanum
Próvtøkuháttur
Praktikrapport, ið verður skriva einsæris (6-8 normalsíður, á 2400 tekn +/- 10%), við munnligari verju + eftirmeting frá starvslæruvegleiðara. Hetta tilsamans verður mett sum staðið/ikki staðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin er ókendur, soleiðis at skilja at tann lesandi kann vísa til allar 3 lestrarlistarnar, sum vit hava verið ígøgnum á modul 1-3, umframt at tann lesandi skal sjálvur finna lesnað, ið svarar til 400 normalsíður av relevantum faklesnaði, sum verður brúkt í samband við skriving av praktikrapport.
Ábyrgd
Súsanna Olsen