7721.11 - Sernámsfrøði og sernámsfrøðilig ástøði


Skeiðsnummar
7721.11
Heiti
Sernámsfrøði og sernámsfrøðilig ástøði
ECTS
12
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi • fær innlit í sernámsfrøði í breiðum høpi • fær holla vitan um, hvat eyðkennir hugtakið “serligur tørvur” • lærir at meta um ymisk ástøði og fatanir, sum viðgera samfelagslig-, sálarfrøðilig- og fyriskipanarlig viðurskifti, sum gera seg galdandi í mun til sernámsfrøði • gerst tilvitaður um egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi
Innihald
Skeiðið er skift sundur í hesar partar: • Sernámsfrøðiligi tørvurin í Føroyum • Einstaklinga-, bólka- og relationel viðurskifti, sum gera seg galdandi í dagstovna- stovns- og skúlahøpi. • Sosialsálarfrøði og menningarsálarfrøði • Samskiftisførleiki í teori og praksis
Læru- og undirvísingarhættir
PBL-hátturin
Próvtøkuháttur
Skrivlig bólkauppgáva (Uppgávutreytirnar verða neyvari lýstar í sjálvstøðugum skjali) Tann lesandi fær staðið/ikki staðið fyri skrivliga avrikið. Tá ið mett verður um próvtøkuúrslitið, verður serliga hugt at: (1) Um tann lesandi hevur ognað sær teir førleikar, ið eru nevndir í endamálsorðingini (2) Um tann lesandi hevur skrivað ein samanhangandi tekst, har hann nýtir greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. (3) Um tann lesandi hevur nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.