7723.11 - Normalitetur og frávík, inklusión og eksklusión


Skeiðsnummar
7723.11
Heiti
Normalitetur og frávík, inklusión og eksklusión
ECTS
10,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi • fær innlit í hugtøkini normalitetur/frávik og inklusión/eksklusión í stovns- og skúlahøpi • fær vitan um diagnosur, sum verða brúktar í mun til børn í nútíðarsamfelagnum • gerst tilvitaður um fyrimunir og vansar við diagnosum • dugir at skyna millum ymisk viðurskifti og hendingar, sum kunnu merkja støðu og trivna hjá børnum • lærir at taka støðu til, hvørji tiltøk og avgerðir skulu og kunnu takast í samband við børn í serligum støðum • lærir at meta um fremjandi praksismøguleikar, tá serlig krøv gera seg galdandi í mun til børn
Innihald
Skeiðið viðger hesi tema: • Diagnosur • Brek • Umsorgan • Sorg • Barnavernd • Happing • Kanningar av børnum • Samstarv millum foreldur og lærarar/pedagogar Arbeiðsháttur: PBL-hátturin
Próvtøkuháttur
Synopsa við munnligari próvtøku (einstaklinga-) (Hetta verður neyvari lýstar í sjálvstøðugum skrivi) Eftirmetingarúrslit: Tann lesandi fær karakter eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um próvtøkuúrslitið, verður serliga hugt at: (1) Um tann lesandi hevur ognað sær teir førleikar, ið eru nevndir í endamálsorðingini (2) Um tann lesandi hevur skrivað ein samanhangandi tekst, har hann nýtir greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. (3) Um tann lesandi hevur nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina. Synopsa við munnligari próvtøku (einstaklinga-) (Hetta verður neyvari lýstar í sjálvstøðugum skrivi) Eftirmetingarúrslit: Tann lesandi fær karakter eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um próvtøkuúrslitið, verður serliga hugt at: (1) Um tann lesandi hevur ognað sær teir førleikar, ið eru nevndir í endamálsorðingini (2) Um tann lesandi hevur skrivað ein samanhangandi tekst, har hann nýtir greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. (3) Um tann lesandi hevur nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.
Próvtalsstigi
13-talsstigin