7725.12 - Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur


Skeiðsnummar
7725.12
Heiti
Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum, fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði umframt ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðina, og gerast tilvitað(ur) um egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin • PBL - læru-, hugsanar- og arbeiðsháttur • Bólkasálarfrøði • Menningarsálarfrøði • Skipanarástøði (systemteori) • Relatiónir • Intervisión • Samskifti og samskiftisførleiki
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, PBL-arbeiði, cases, venjingar og sjálvlestur. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi: • Vísa, at hon/ hann hevur fingið innlit í sernámsfrøði og sernámsfrøðiligan tørv í breiðum høpi í dagsins samfelagi. • Vísa, at hon/ hann hevur ognað sær vitan um nútímans menningarsálarfrøði og onnur ástøði, sum viðgera tilknýti, samskifti, bólkar og relatiónir og duga at samskifta um menning, trivnað og møguleikar hjá einstaklinginum, familjuni ella bólkinum. • duga at vísa á, hvønn týdning tað hevur at vera tilvitaður um ástøðiligar heimildir í sambandi við lærara- og pedagogyrkið og samstarv. • kunna greiða frá, hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og tilgongd hava og hava gjørt nakrar royndir hesum viðvíkjandi við bólkaarbeiði og venjingum. • duga at meta og samskifta um møguligan tørv og møguleikar hjá einstaklinginum, bólkinum, dagstovninum, skúlanum ella foreldrunum í sambandi við yvirskipaðan sernámsfrøðiligan spurning. • duga at brúka neyvan málburð, ástøðilig hugtøk og fakorð sum amboð í royndini at skilja og vera greið(ur) í einføldum og yvirskipaðum sernámsfrøðiligum spurningum. • duga at grundgeva fyri, hvønn týdning egin yrkisleiklutur hevur í sernámsfrøðiligum høpi við støði í egnum venjingum, royndum og ástøði í bólkahøpi.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva à 8 síður. Tey lesandi velja sjálvi evni við støði í einari case og í skeiðsinnihaldinum. Lærarin skal góðkenna evnið. Til munnliga partin, sum er einstakliga próvtøka, velur hvør einstakur sær eitt fyribrigdi, eitt ástøði ella annað úr uppgávuni at greina og leggja fram í 10 minuttir. Síðani samrøða lesandi og lærari um hetta og annað í uppgávuni í 10 minuttir. Sum triði partur verður bólkagongdin og egin leiklutur í henni eisini viðgjørdur í 10 minuttir.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák