7726.12 - Normalitetur, frávik og arbeiðshættir


Skeiðsnummar
7726.12
Heiti
Normalitetur, frávik og arbeiðshættir
ECTS
18
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur/frávik og inklusión/eksklusión, serliga í stovns- og skúlahøpi, og duga at velja og brúka ávísar arbeiðshættir, sum eru í tráð við nýggja vitan á økinum innan arbeiði við trivnaði og læring, bæði generelt og í serligum høpi og bæði hjá einstaklinginum og bólkinum
Innihald
• Diagnosur, sum verða brúktar í mun til børn í nútíðarsamfelagnum • Barnapsykiatri • Neuropædagogikkur • Problematferð • Mentalisering • Mindfulness • Sorg • Happing • Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, PBL-arbeiði, cases, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi: • kenna til ymiskar nútíðar diagnosur og hava eitt yvirskipað innlit í, hvussu ein lærari/pedagogur kann fyrihalda seg til hesar • kenna til viðfødd og fingin brek og duga at fyrihalda seg til hesi, soleiðis at menning og læring eru í framburði • vera tilvitað/ur um ymiskar nútíðar vísindaligar fatanir av mentalum órógvi og eisini sjálv/ur taka støðu til hesar fatanir • hava innlit í og kunna handfara ymisk sløg av missi, sorg og kreppu, sum kann raka einstaklingin og bólkin • vita og duga at fyrihalda seg bæði til einstaklingin og til bólkin • kenna og duga at brúka ítøkiligar arbeiðshættir, sum kunnu gagna einstaklingi eins væl og bólki, har brek, serligur og íkomin tørvur ger seg galdandi • framhaldandi vera tilvitað/ur um týdningin av egnum leikluti, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúki, í arbeiðnum sum pedagogur ella lærari
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig uppgáva á 6 síður (2400 tekn v. millumrúmi), sum tekur støði í einari ítøkiligari case.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák