7727.12 - Starvslæra og sjálvvalt evni


Skeiðsnummar
7727.12
Heiti
Starvslæra og sjálvvalt evni
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum og starvslæruni er, at tann lesandi: • setur sær grundaðan persónligan og fakligan málsetning við starvslæruni • setur seg inn í eitt sjálvvalt viðkomandi evni (ástøði ella arbeiðshátt), sum hann/hon vil royna seg í ella kanna á starvslæruplássinum • fær innlit í sernámsfrøðiliga arbeiðið og hugburðin á starvslæruplássinum • setur seg inn í sernámsfrøðiliga tørvin hjá børnunum/fólkunum á starvslæruplássinum við at kunna seg og brúka eygleiðing eftir fakligum fortreytum
Innihald
• fyrireiking og grundgeving fyri starvslæruni • arbeiði við málsetninginum • samtalu- og menningarbólkar • starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
• Kunna arbeiða verkliga í starvslæru á arbeiðsplássi, har brúk er fyri sernámsfrøðiligari tilgongd og duga at seta tað í samband við ástøði. • Kritiskt og tulkandi taka støði í teimum lógum, kunngerðum og reglugerðum, sum eru galdandi á starvslæruplássinum. • Gjøgnum sjálvvalt viðkomandi fakligt og ella ástøðiligt evni at síggja, skilja ella brúka hetta á starvslæruplássinum og eftirmeta relevansin. • Duga at greina og taka støðu til fakligu tilgongdina á arbeiðsplássinum. • Megna at samstarva við starvsfelagar á staðnum. • Gera sær royndir við, hvat krevst av viðkomandi lesandi– fakliga og persónliga, fyri at arbeiða á valda starvslæruplássinum. • Duga at arbeiða við logbók og regluligari skrivligari refleksión við endamálinum støðugt at menna seg persónliga, fakliga og í mun til ávísar arbeiðshættir.
Próvtøkuháttur
Synopsis
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Hetta skeiðið verður ongin lestrarlisti gjørdur. Tey lesandi skulu virka og fyrireika seg til starvslæruna við støði í lestrarinnihaldinum í skeiðunum, sum tey hava havt frammanundan.
Ábyrgd
Katrin av Kák