7741.12 - Einstaka barnið


Skeiðsnummar
7741.12
Heiti
Einstaka barnið
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Í fyrsta partinum av smábarnafrøðini skulu tey lesandi læra um ymsar fatanir av børnum og barnagørðum í einum søguligum ljósi. Tey lesandi skulu hava kunnleika um ymsar hugsanir um menning barnsins, og serliga um menningina hjá tøttlarum (yngstu børnini). Tey lesandi skulu hava kunnleika um týdningin av eygleiðing sum grundarlag. Dentur verður lagdur á kunnleika um myndan barnsins gjøgnum spæl og læru, og tey skulu hava kunnleika um rættindi barnsins at hava medávirkan á egið lív.
Innihald
• Børn, barndómur og barnagarðar í søguligum høpi • Menning barnsins • Yngstu børnini í dagstovninum • Eygleiðing • Spæl og læra • Myndan • Undran og filosofering • Medávirkan hjá børnum og demokrati í pedagogiskum arbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Í linjulestrinum verður dentur lagdur á læruhættir, har lesandi eru virknir luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Arbeiðs- og undirvísingarhættirnir vera samrøðu-fyrilestrar, bólkaarbeiði, dialogseminar, hugtaksseminar, loggbøkur, praktiskt-pedagogiskt arbeiði bæði sum einstaklingar og í bólki, kravdar framløgur og umrøður í plenum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal : - duga at greiða frá um barnaáskoðan, barndóm og barnagarðin í einum søguligum ljósi - megna at greiða frá og greina ástøðiligar hugsanir um barnsins menning, spæl, læru og myndan - vera tilvitað/ur um rættindi hjá børnunum at vera virknir luttakarar og at gera sína medávirkan galdandi í einum fólkaræðisligum samfelag - vera før/ur fyri at gera kritiskar metingar av ástøðiligum hugsanum um menning barnsins, spæl, læru og myndan
Próvtøkuháttur
Í samband við fyrsta part skulu tey lesandi hvør sær leggja fram ein fakligan tekst, sum tekur støðið í eygleiðingum av yngri/ og ella eldru børnum á dagstovnum, fyri lestrarbólkin. Fakligi teksturin skal í mesta lagi vera 1500 orð. Spurdómurin skal góðkennast av undirvísaranum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hildur Patursson