7743.12 - Dagstovnurin í samfelagsligum ljósi


Skeiðsnummar
7743.12
Heiti
Dagstovnurin í samfelagsligum ljósi
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið fyrsta og annan part av linjuni smábarnapedagogikkur
Endamál
Skeiðið viðger grunnleggjandi virði og grundhugtøk, sum eru galdandi á dagstovnum. Tey lesandi skulu menna eina sjálvstøðuga og kritiska hugsan um virðisgrundarlagið, sum dagstovnar byggja á, og skulu menna sítt medvit og sín kunnleika um, hvussu teirra vitan og egni hugburður og tann almenni hugburðurin í samfelagnum til børn, kunnu hava skapandi megi á teir møguleikar, sum børn fáa at menna og mynda seg. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi menna sínar førleikar at taka hesa umhugsan við sær, og at umhugsa, hvussu arbeiðið á dagstovnum skal leggjast til rættis, so børnini fáa bestu møguleikar at vera medskaparar av egnum lívi.
Innihald
- Modernistisk, postmodernistisk og sosialkonstruktivistisk sjónarmið um børn, barndóm og barnagarðar . - Umsorgan í pedagogiskum arbeiði - Javnstøðuperspektiv í pedagogiskum arbeiði - Demokrati og medávirkan í pedagogiskum arbeiði - Etisk virði í pedagogiskum arbeiði - Kreativitetur í pedagogiskum arbeiði - Rúmið sum triðji pedagogurin - Pedagogisk dokumentasjón - Hvat er mítt PYT? - Tvørfakligt samstarv
Læru- og undirvísingarhættir
Í linjulestrinum verður dentur lagdur á læruhættir, har tey lesandi eru virknir luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Arbeiðs- og undirvísingarhættirnir vera samrøðu-fyrilestrar, bólkaarbeiði, dialogseminar, hugtakaseminar, loggbøkur, lestrardagbøkur, obligatoriskar framløgur og umrøður í plenum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vísa, at hon/hann hevur vitan um: - Modernistisk, postmodernistisk og sosialkonstruktivistisk sjónarmið um børn, barndóm og barnagarðar - rættindi hjá børnum at vera virknir luttakarar og at gera sína medávirkan galdandi í einum fólkaræðisligum samfelag - skapandi møguleikarnar og evnini hjá børnum Tann lesandi skal vísa, at hon/hann skilir og hevur almennan kunnleika um - almenna virðisgrundarlagið, sum er galdandi í dagstovnum - kritiskar metingar av ástøðiligum hugsanum um børn, barndóm og dagstovnar - etiskar spurningar í pedagogiskum arbeiði - tvørfakligt samstarv Tann lesandi skal vera førur fyri - at brúka granskingargrundaðan kunnleika í pedagogiska arbeiðinum í dagstovnum - at gera eina kritiska eftirmeting av hugburðinum til børn, barndóm og dagstovnar - at seta lestrarspurningarnar í samband við arbeiðið á dagstovnum.
Próvtøkuháttur
Treytin fyri at fara upp til endaliga próvtøku er, at arbeiðskrøvini , sum eru lýst í øðrum skjali, eru lokin. Skeiðið verður endaliga eftirmett við skrivligari synopsu, sum lesandi kunnu gera saman, tó í mesta lagi trý lesandi í hvørjum bólki. Synopsan skal leggjast fram munnliga. Uppgávan skal taka støði í kunnleika , sum tey lesandi hava ognað sær í hesum skeiðinum á linjulestrinum. Lesandi, sum ikki standa próvtøkuna, kunnu royna seg av nýggjum eftir reglum sum Fróðskaparsetur Føroya ásetir
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hildur Patursson