7911.09 - Starvslæra, 1. ár í læraraútbúgvingini


Skeiðsnummar
7911.09
Heiti
Starvslæra, 1. ár í læraraútbúgvingini
ECTS
4,5
Endamál
Tann fyrsta starvslæran tekur støði í undirvísingini í námsfrøði, sálarfrøði og almennari didaktikk várhálvuna 2009. Henda undirvísingin hevur í stuttum snúð seg um (1) hvussu nútíðarnæmingurin er, hvussu hann mennist, og hvussu hann lærir. Og (2) hvørjar kjarnuførleikar ein lærari í framtíðar fólkaskúlanum skal hava, um tað skal hepnast honum at stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu persónligu menningini. Tann fyrsta starvslæran kemur av somu orsøk ikki at snúgva seg um, hvussu ein skal bera seg at, um ein skal undirvísa einum ávísum flokki í einari ávísari lærugrein (t.e. fakdidaktikkur), men skal í størri mun gera tann lesandi tilvitaðan um, hvat tað er at vera lærari í dagsins samfelag (t.e. almennur didaktikkur). Harumframt verður dentur lagdur á at venja praktikantarnar at samstarva í toymi og at fáa teir at skilja, hvussu samansettur ein skúli er sum organisatión. Endamálið við starvslæruni er: • at tann lesandi fær kunnleika um (1) hvussu undirvísing verður løgd til rættis, (2) hvussu undirvísing verður framd í verki, (3) hvussu undirvísing verður eftirmett, og (4) hvussu undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit verða skjalfest. (Fyri at stuðla tí lesandi í at bera fram grundgivnar endamálsorðingar fyri útvaldar lærutilgondir verður mælt til, at tann lesandi setur seg væl inn í góðkendar fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlar. Sum dømi kunnu nevnast Diamanturin; Fyrireikingarstjørnan; SMTTE-frymilin; Hiim & Hippes-frymilin o.a.) • at tann lesandi mennir sín førleika at meta um persónligu-, sosialu-, og fakligu fyritreytirnar hjá teimum næmingum, ið hann skal vara av og undirvísa. (Tann lesandi skal gerast medvitin um (1) at tað er munur á at undirvísa næmingum, ið ganga í ávikavist innskúling, miðdeild og 8. – 10. flokk, og (2) at tað er munur á at undirvísa næmingum, ið hava lætt við at læra, og næmingum, ið hava serligan tørv. • at tann lesandi gerst tilvitaður um, hvussu ein knýtir bond bæði til flokkin og tann einstaka næmingin. (T.e., at hann skal gerast medvitin um (1) hvussu hann møtir og fer við næmingunum, (2) hvussu hann tosar og samskiftir við næmingarnar, (3) hvussu hann fær næmingarnar at kenna seg væl og tryggar í síni nærveru, (4) hvussu hann vegleiðir, ráðførir og stuðlar næminginum í sjálvari lærutilgongdini. Og (5) hvussu hann skapar trivna og lærihug innanfloks.) • at tann lesandi lærir at grunda yvir og meta um sína egnu læraraatferð. (T.e., at hann saman við starvslærutoyminum og starvslæraranum á staðnum torir at eftirmeta egið avrik. (1) Hvussu dugdi eg at leggja undirvísingina til rættis? (2) Hvussu hepnaðist tað mær at leiða undirvísingartíman? (3) Hvussu hepnaðist tað mær at hugfanga flokkin? (5) Hvussu dugdi eg at nýta røddina, andlits- og handakeipur? (6) Hvussu hepnaðist tað mær at loysa møguligar trupulleikar og ósemjur, ið stungu seg upp í tímanum? (7) Tyktist eg nærverandi og áhugaður í frálærutilfarinum? (8) Dugdi eg at skapa arbeiðsfrið og góðan arbeiðsmoral? (9) Hvat eyðkendi mína læraraatferð: Tyktist eg demokratiskur? Tyktist eg autoriterur? Tyktist eg lítið skipaður? Osfr.. Høvuðsmálið er ikki, at tann lesandi skal gerast alkunnugur lærari eftir fyrsta starvslæruskeiðið. Høvuðsmálið er, at tann lesandi skal gerst tilvitaður um hesar týðandi tættir í lærarayrkinum og fáa eina fatan av, hvussu víðfevnandi og fjølbroyttir hesir tættir eru.
Innihald
Hvønn fríggjadag fyrrapart frá viku 9 til viku 14 hava tey lesandi verið úti í føroyska fólkaskúlanum og eygleitt tær mongu lærarauppgávurnar. Eygleiðingarsetningarnir hava verið: - I. Eygleiðing: Hvat eyðkennir nútíðarnæmingin? Hvussu ber hann seg at? Hvussu málber hann seg? Hvussu samskiftir hann við læraran og floksfelagarnar? Hvørji bindindi hevur hann at fylgja undirvísingini – alt eftir, hvørjir arbeiðshættir verða nýttir? Osfr.. - II. Samrøða: Hvat sigur nútíðarnæmingurin um sína skúlagongd, sítt frítíðarlív og sínar framtíðarvæntanir? - III. Eygleiðing: Lærarin sum floksleiðari: Hvussu verður ein undirvísingartími skipaður í dagsins skúla – og í hvønn mun verður arbeitt í samanhangandi tíð? Hvørjar reglur og hvørjar mannagongdir eru galdandi innanfloks? Hvussu skapar mann arbeiðsró? Hvussu samskiftir mann við næmingar, ið hava serligan tørv. Osfr.. - IV. Eygleiðing: Fólkaskúlalógin sigur, at ein skal taka atlit til tann einstaka næmingin, tá ið ein leggur undirvísingina til rættis. Men hvussu fremur ein sundurbýtta og næmingalagaða undirvísing? - V. Greiningararbeiði: Undirvísingartilfar: Hvat undirvísingartilfar verður nýtt í ymisku lærugreinunum? Hvørjar dygdir og hvørjir veikleikar hevur hetta tilfar? Hvat tilfar er á marknaðinum? Og hvørjar valmøguleikar hevur lærarin, tá ið hann velur sær tilfar úr múgvuni? - VI. Samrøða: Hvat heldur nútíðarlærarin um lærarayrkið í 21. øld? Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar, og hvussu kunnu tær verða loystar? (Eygleiðingarsetningarnir eru til skjals) Eygleiðingarskeiðið og starvslæruskeiðið eru tengd hvør at øðrum, og áðrenn eygleiðingarskeiðið er av, skal tann einstaki starvslærubólkurin hava boðað bæði Føroya læraraskúla og avvarðandi fólkaskúla frá, hvat hann hevur hug at hugsavna seg um og arbeiða við í starvslærutíðini. Tey lesandi eru í starvslæru í viku 18, 19 & 20. Skráin fyri starvslæruna verður orðað í tøttum samstarvi við starvslærararnar. Skráin skal verða vil skjals í seinasta lagi í viku 16.
Próvtøkuháttur
Ein lærari á Føroya læraraskúla verður knýttur at hvørjum einstøkum bólki í starvslærutíðini. Uppgávan hjá hesum lærara er at hava regluligt samskifti við starvslæraran og tey lesandi hetta tíðarskeiðið. Tá ið starvslæran er hálvrunnin sessast starvslærarin, avvarðandi lærari á Føroya læraraskúla og starvslærubólkurin við sama borð fyri at skifta orð um fyrsta partin av starvslæruni. Henda samtala tekur støði í einum frymli, ið verður smíðaður til endamálið. Tá ið starvslæruskeiðið er um at verða runnið, verður starvslærarin biðin um at fylla út eitt eftirmetingarskjal, har hann fær høvi at taka saman um skeiðið og meta um læraraførleikan hjá tí einstaka lesandi. Eftirmetingarskjalið verður smíðað til endamálið. Tey lesandi skriva elektroniska loggbók, meðan tey eru í starvslæru. Loggbókin og afturvendandi samtalan við starvslæraran á Føroya læraraskúla skulu góðkennast av vegleiðaranum, áðrenn tann lesandi verður innskrivaður til próvtøku. Í viku 25 skulu tey lesandi til próvtøku í felagsgreinini námsfrøði, sálarfrøði og almennari didaktikk. Tey skulu í hesum sambandi skriva og verja eina uppgávu. Henda uppgávan skal onkursvegna taka støði í teimum royndum, ið tey lesandi hava gjørt sær úti í føroyska fólkaskúlanum sum ávikavist eygleiðarar og starvsnæmingar.
Lestrarlisti
• Andersen, Peter (2006): Klasse- og læringsledelse. Unge Pædagoger • Brodersen, Peter (2008): Læreren som leder. Í: Brodersen, Peter o.fl. (ritstj.) Effektiv undervisning. Gyldendals Lærerbibliotek. (s. 221 – 257) • Hansen, Bjarne Gorm & Tams, Annalisa (2006): Almen didaktiske temaer og problemstillinger i et kritisk kommunikativt perspektiv. Í: Hansen, B. G. & Tams, A. (ritstj.) Almen didaktik: Relationer mellem undervisning og læring. Billesø & Baltzer. (s. 9 – 36). • Imsen, Gunn (2005): Læringens organisering. Í: Lærerens verden. Gyldendals lærerbibliotek. (s. 276 – 316) • Jacobsen, Bo (1999): Fænomenologi. Í: Jacobsen, Bo o.fl. (ritstj.) Videnskabsteori. Gyldendal (s. 160-165) • Klafki, Wolfgang (2004): Pædagogisk forståelse – en forsømt opgave i læreruddannelsen. Í: Skole – teori, forskning, udvikling. Hans Reitzels Forlag (s. 172 – 195) • Rasmussen, Torben Nørregaard (2006): Planlægningsmodeller – en støtte og en udfordring til lærerens viden. Í: Lund, J. H. & Rasmusen, T. N. (ritstj.) Almen didaktik – i læreruddannelsen og lærerarbejde. KVAN (s. 107-129) • Reider, Barbara (2001): Skab ro... undgå kaos (2001). Í: Psykologisk Pædagogisk Rådgivning. Nr. 2. 2001 • Jensen, Jens-Ole & Kjeldsen, Lars Peter Bech (2007): Nonverbalt sprog i kommunikative rum. Nordisk Pedagogik. • Kristensen, H. J. (1994): At undervisningsdifferentiere er at gøre forskel. Í: Pædagogik – teori i praksis. Skolen i 90´erne. Gyldendal (s. 107-123) • Lund, Jens H: (2006): Undervisningsdifferentiering og elevernes forskellige forudsætninger. Í: Lunde, J. H. & Rasmussen, T. N. (ritstj.): Almen didaktik – i læreruddannelse og lærerarbejde. (s. 263 – 289) • Larsen, Sten & Lundahl, Flemming (1999): Praktikbogen: en fælles bog for den lærerstuderende, praktiklæreren og skolelederen. Alinea • Tíðarrit: Praktik i læreruddannelsen 2. Unge pædagoger (2007) • www.snar.fo