7922.10 - Starvslæra: Miðlar og filmur


Skeiðsnummar
7922.10
Heiti
Starvslæra: Miðlar og filmur
ECTS
6
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í fjølmiðlum og filmi í verki. Málið er at greina film ella fjølmiðlatilfar saman við næmingum og m.a. fáa greiðu á, hvussu væl tað hepnast at greiða frá amboðunum, hvussu væl næmingar megna at brúka greiningaramboðini og á hvørjum torleikastigi arbeitt eigur vera.
Innihald
Tey lesandi skriva undirvísingartilfar til starvsvenjingarskeiðið og leggja undirvísingarskrá fyri vikurnar til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna øll grundleggjandi films- ella fjølmiðlagreiningararmboð í verki.
Próvtøkuháttur
So hvørt sum skeiðið líður, fáa tey lesandi at vita, hvussu vegleiðarar meta um frálærutilfar, skrá og frálæru. Eftir skeiðið verður fundur um alt skeiðið saman við vegleiðarum og akkersfólki. Eftir tað fáa tey lesandi høvi at leggja sínar royndir frá starvsvenjingini fram fyri flokkin og skifta orð um sínar royndir. Eftirmetingarúrslit: Staðið ella ikki staðið saman við munnligari eftirmeting frá vegleiðarum.