7251.10 - Orka
Skeiðsnummar
7251.10
Heiti
Orka
ECTS
11,5
Endamál
- at lesandi fáa greiðing á náttúrvísindaligu orku- og effekt-hugtøkunum
- at lesandi gerast tilvitaðum um, og sannkenna, ymiskar orkuformar og formbroyti (omsætning) millum hesar
- at lesandi fáa innlit í samfelagsliga framleiðslu, distribution og nýtslu av orku – og umhvørvisviðurskifti í hesum
- at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í orku og orkuspurnningum
Partsmál fyri innleiðslukeið: Hetta viku-skeiðið liggur í byrjanini av tilgongdini, og hevur til endamáls at lesandi kunnu fáa eina breiða lýsing og fatan av orku-hugtakinum og orku-viðurskiftum annars. Hetta gevur teim lesandi fjølgar møguleikar at velja ímillum, tá verkætlanar-evnið skal veljast.
Innihald
Í innleiðsluskeiðnum (2 ECTS) verður arbeitt við trimum høvuðstemum:
1. Hvat er arbeiði, orka og effekt?
2. Orka í einum tekniskum og samfelagsligum perspektivi
3. Orka í biossfæruni og í landslagnum
Ad 1) Her verður orkuhugtakið viðgjørt á einum náttúruvísindaligum grundarlagi, ma.
• Kraft (kræfter), arbeiði, potentiel og kinetisk orka, effekt, entropi
• Ymiskar orku-ringrásir og grundleggjandi evna- og alisfrøðilig viðurskifti
Ad2) í hesum partinum verða hesi viðurskift viðgjørd:
• Ymsar orkukeldur, herundir fossilar og varandi orkukeldur og kjarnorka
• Orkuumseting í m.a. maskinum
• Orkugoymslur
• Orkuveiting
• Samfelagslig viðurskifti, herundir umhvørvislig
• Orkunýtsla í nærumhvørvinum (húskini, skúli, virki/vinnulív...)
Ad3) Í hesum partinum verður dentur lagdur á:
• Orkuprocessir í livandi verum, serliga menniskjum
• Fotosyntesan
• Orkuviðurskifti í stóru náttúru-ringrásunum (veður/veðurlag, vatni, CO2, N, P o.s.fr.)
Verkætlanin (10 ECTS) hevur bæði eitt fakfaligt og eitt didaktsikt innihald, har ein skrivlig, spurdómsstýrd verkætlanar-uppgáva – við orkutemai - verður skrivað. Fyrstu vikuna verður arbeitt við spurdómi og avmarkingum, sum skal góðkennast av undirvísarunum. Síðani verður avtala gjørd um tvær formellar vegleiðingar, sum verða hildnar í verkætlanartíðini; harumframt kunnu styttri, óformellar vegleiðingar - um avmarkað øki - avtalast.
Í verkætlanartíðini verða tvey náttúrufaklig heildagsskeið hildin umframt ein seinnapartsfyrilestur við einum relevantum, náttúrufakligum evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum ymiskar undirvísingar-/lærings-hættir, t.d. fyrilestrar, floksundirvísing, verkætlanarstýrt bólkaarbeiði og dagskeið við náttúrfakligum temum. Serligur dentur verður tó lagdur á sjálvsstøðuga arbeiði teirra lesandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig, spurdómsstýrd uppgáva verður skrivað. Uppgávutreytirnar eru neyvari lýstar í serstøkum uppgávu-skjali.
Innanhýsis eftirmeting verður nýtt, og metingin staðið/ikki staðið. Metingingin verður skrivað inn í próvskjal teirra lesandi.