7372.12 - Samfelag og sosialisering


Skeiðsnummar
7372.12
Heiti
Samfelag og sosialisering
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Skeiðið er primert ætlað sum grundstøði undir undirvísing í fólkaskúlalærugreinini “Søga og samtíð”.
Innihald
Skeiðið er bygt upp av fýra partskeiðum, ið øll liggja innanfyri sociologi og socialisering: Samfelagsmenning og skipan Grundleggjandi sociologi, modernaðaføroyskasamfelagið, vælferð, arbeiði og ójavni, marginalisering í Føroyum Socialisering og bólking Útbúgving, vitan og socialisering, happing í føroyska fólkaskúlanum, mentanir í mentanini, mobilitetur og bústaður Samleiki og seinmodernitetur Modernitetur og samleiki, búseting í norðuratlantiskum útjaðarum, modernisering, einstaklingagerð og felagsskapir, føroyska familjan í seinmodernitetinum Arbeiðslív Arbeiðslív og samleiki, føroyskt arbeiðslív í broyting Skeiðið er í høvuðsheitum yvirskipað teoretiskt, men arbeitt verður eisini empiriskt og metodiskt við føroyskum tilfari av bæði kvalitativum og kvantitativum slagi. Neyvari innihaldið verður tilskilað í sjálvum skeiðsyvirlitinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Mánadagar verða í høvuðsheitum teoriundirvísing, har fyrilestrar og kjak verða um ymisku evnini, ið eru á dagsskrá. Her er talan um torført teoretiskt tilfar, ið tryggjar fakliga støðið á skeiðnum. Fríggjadagarnar verður arbeitt við føroyskum tilfari, har fyrilestrarnir verða stytri og kjakið meiri didaktiskt orienterað, soleiðis at studentarnir venja seg við at síggja undirvísingarmøguleikar í tí tilfari, ið finst um føroysk viðurskifti. Fríggjadagar verður eisini arbeitt didaktiskt við smærri tilfari, ið verður funnið til høvið. Hetta síðsta er í høvuðsheitum bólkaarbeiði, men nýtist ikki altíð at vera tað.Um neyðugt kann tó verða rokerað millum dagarnar Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Skeiðið er í høvuðsheitum bygt á hesar ásetingar frá námsætlanini fyri Søgu og Samtíð í 9. og 10. flokki. • at samanbera nútíðar føroysk lívsviðurskifti við tey í øðrum londum og umrøða søguligar orsøkir til munir, ið eru (9.fl.) • at vísa á sereyðkennivið til- og fráflytingum og umrøðabæði ja- og neiligaravleiðingar av at ymiskarmentanirmøtast (9.fl.) • at metaumstøðuFøroya sum partur av altjóðasamfelagsgongdini (9.fl.) • at metaumstøðunahjáeinstaklinginum sum parti av samfelagsmenningini (9.fl.) • at greiðafráymiskumháttum at skipaeittsamfelag og grundgevaviðstaðbundnum, tjóðarligum, norðurlendskum og alheimsligumdømum (9.fl.) • at brúkamentanarástøði at greinastøður, m.a. har mentanirmøtast (10.fl.) • at brúkavitanumymiskarsamfelagsskipanir og leikluteinstaklingsins í teimum (10.fl. Eisinierunakrarmeirimetodiskarásetingar í námsætlanini, iðgangaafturfyriølltrýskeiðini í samfelagsfrøði. • at síggjaFøroyasøgu í mun til norðurlendsku, evropisku og alheimssøguna(9.fl.) • at søkja sær upplýsingar av søguligum og samfelagsligum slag, at metaum og at nýta tær (9. fl. og 10.fl.) • at setaviðkomandispurningar og at arbeiðaviðavmarkaðumsøguligum og samfelagsligumevnum (9. fl. og 10.fl.) • at takastøðu til føroyska og evropiskamentan og hugsanarhátt í mun til aðrarmentanir og hugsanarhættir (10.fl.) • at metaumtýdningin av, at einstaklingurin er søguskaptur og søguskapandi (10.fl.) • at metaumsamspæliðmillummenniskju, náttúru og samfelag, umframtmøguleikarnar at mennasamfelagið (10.fl.) Hesarseinnuásetingarnarverðaikkibeinleiðisendurspeglaðar í pensum, men erueinpartur av didaktiskakjakinum í sjálvariundirvísingini. Málið við skeiðnum er sostatt tvíbýtt. Partvíst skulu studentarnir røkka bachelor-støði, og til tess krevst stórt lesiarbeiði av bæði teoretiskum og empiriskum slagi, ið skal geva studentunum eina sterka fakliga barlast og samleika, soleiðis at teir gerast førir fyri at miða seg í tí støðugt broytiliga samfelagsfrøðiliga heiminum. Men hendan teoretiska og empiriska vitanin skal eisini didaktiserast, og uppgávurnar og partur av undirvísingini skal tí geva studentunum førleikar at gera samfelagsfrøðiligt tilfar tøkt á fólkaskúlastøði.
Próvtøkuháttur
Síðstu vikuna í skeiðnum verður latin inn ein synopsa, har studentarnir hava høvi at søkja vegleiðing. Uppgávuorðingar verða lýstar í øðrum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sámal Matras Kristiansen