7462.13 - Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7462.13
Heiti
Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni
ECTS
15
Endamál
Á hesum skeiðnum skulu lesandi ogna sær førleika at nýta geofakliga vitan, geofakligar arbeiðshættir og - amboð sum grundar- lag, og serligt perspektiv, í tvørgreinaligum samstarvi við fakøkini tøkni, tøknifrøði, alis- og evnafrøði og lívfrøði.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum er skipað í seks høvuðspartar: • Geo- og náttúrufaksdidaktikk • Uppruni Føroya (jarðfrøði) • Kort og atlas • Veður og veðurlag • Rúmdin • Samspæl menniskjans við náttúruna Hesi seks temuni fevna um ein fakdidaktiskan part sum seyrar gjøgnum alt skeiðið, og fimm fakligar partar sum sínámillum stuðla og styrkja yvirorðdnaðu fatanina av samansettum náttúrufyribrigdum. Nýtsla av tøkni og tøknifrøði er partur av øllum skeiðnum. Í smb. við henda partin, verður ekskursión til týðandi science-miðstøð(ir)vísindamiðdeplar, við tí endamáli at fáa íblástur, og at styrkja knýtingina millum tøkni og undirvísing í fólkaskúlanum. Á skeiðnum skulu lesandi einsæris ella í smærri bólkum í starvslæru í fólkaskúlanum í uml. 15 undirvísingartímar. Starvslæran verður lýst í serstøkum skjali.
Læru- og undirvísingarhættir
Læruhátturin byggir í stóran mun á fyrilestrar, bólkaarbeiði, ekskursióonir, savnsvitjanir og royndir (eksperiment). Læring frá starvslæruni er týðandi knýting millum ástøði og praksis.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi megna at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar- og lærutilgongdir við einum geoperspektivi í lærugreinini Náttúra og tTøkni. Hetta merkir at 1) lesandi skulu duga at greiða frá týðandi, relevantum fakligum og fak-didaktiskum hugtøkum og vitanarøkjum innan geo-didaktikk og geografi, serliga náttúrgeografi. 2) nýta hesa fakligu/didaktisku vitan í smb. við fyrireiking av undirvísingar- og lærutilgongdum til fólkaskúlan, við serligum denti á 4. – 6. flokk. 3) duga at skyna á tøkni, tøknifrøði og fakfakligari vitan, og at nýta hesa vitan í menningini av undirvísingar- og lærutilgongdum í lærugreinini 4) duga at nýta ekskursiónir og vitjanir á science-miðstøðumvísindamiðdeplum til tess at styrkja knýting og samanhang millum tøkni, tøknifrøði og fakliga innihaldið í Náttúru og tTøkni 5) kritiskt at meta um møguleikar og avmarkingar í geografi-perspektivinum innan fakið Náttúru og Tøkni.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal lesandi hava uppfylt møti- og luttøkuskylduina til tilrættisløgdu undirvísingina og starvslæruna. Eisini skal lesandi standa skrivliga verkætlanar-uppgávu. Uppgávan er lýst í serligum uppgávuskjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen