7701.13 - Barnið, menning og læring


Skeiðsnummar
7701.13
Heiti
Barnið, menning og læring
ECTS
12
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag undir virksemi í skúlabúgving og innskúling. Tey skula nema sær innlit í arbeiðsøkið hjá ávikavist námsfrøðingum og lærarum fyri at kunna samstarva á besta hátt við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið. Harumframt skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin og fólkaskúlalógin • Skiftið millum barnagarð og skúla/frítíðarskúla • Myndan (dannilsi) við atliti at børnum í aldrinum 6 til 9 ár • Sálarfrøðilig menningarstøði • Læring og menning • Sosialisering og spæl • Didaktiska tilgongdir í ávikavist skúlabúgvingini og innskúlingini (mannagongdir og háttalag) • Samstarv millum fakbólkarnar námsfrøðingar og lærarar • Læruumhvørvi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting.Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tongt at, hvørjum undirvíst verður í.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • greiða frá og meta um grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarðinum og í skúlanum. • finna og brúka granskingargrundaða, námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan, ið hevur hevd í ávikavist skúladiskursinum og í barnagarðsdiskursinum. • ástøðiliga viðgera støður, ið ávikavist ein námsfrøðingur, ið er um børn í 5 – 7 ára aldri og ein lærari, ið undirvísir børnum í 7 – 9 ára aldri, mugu fyrihalda seg til. • greina, viðgera og samskifta tvørprofessionelt um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast í bólkum. Uppgávan verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen