7706.13 - Skúlabúgving og tað virkna barnið


Skeiðsnummar
7706.13
Heiti
Skúlabúgving og tað virkna barnið
ECTS
13,5
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um skapandi virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini, har tey skula nema sær kunnleika um didaktisku tilgongdina, ið byggir á barnsins kreativitet, fantasi og spælandi tilgongd til menning og læring. Hetta við atliti til at seta barnið í miðdepilin og megna at næmingalaga tað námsfrøðiliga virksemi.
Innihald
• Virksemi í skúlabúgvingini. • Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir í barnagarði • Tað kreativa og virkna barnið • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði • Kreativitetur og innovatión í mun til menning og læring • Skapanartilgongd saman við børnum • Estetiskar lærutilgongdir • Reggio Emilia • Einstaklingslagað menning og næmingatillagað undirvísing • Verkstaðararbeiði sum ítøkilig lærutilgongd • Verkætlanararbeiði sum lærutilgongd í barnagarðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmeting, starvsvenjingar og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tongt at undirvísingarevninum. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemið í skúlabúgvingini við støði í lógarverkinum, ið er galdandi á økinum, og kritiskt lýsa, hvat eyðkennir tað kreativa og virkna barnið. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska og estetiska lærugongd, tá arbeitt verður við námsfrøðiligum verkætlanum, ið byggja á hugflog, kreativitet og innovatión, og taka støði í Reggio Emilia, har hvørt einstakt barn skal læra og mennast. • Greiða frá, hvat verkstaðararbeiði er ástøðiliga og brúka hendan kunnleika í námsfrøðiligum virksemi - hvat ein verkstaður er, hvussu ein byggir ein verkstað upp, endamálið við tí og hvussu tað kann innganga í tað námsfrøðiliga virksemið. • Kannað tað estetiska/didaktiska virksemið í praksis her heima og uttanlands, brúka hesar kanningar, tá didaktisk virksemi verður fyrireika í skúlabúgvingini/innskúlingini, og meta um, hvussu henda praksis kann skapa eina synergieffekt millum skúlabúgving og skúlaøki, ið fylgjur við og birtir undir menning og læran.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin av skeiðnum er tríbýtt. • Tey lesandi skulu leggja eina estetiska lærutilgongd/verkætlan til rættis, • Tey lesandi skulu royna ætlanina í verki saman við børnum sum koma á vitjan her á skúlanum. • Síðan skula tey lesandi skrivað eina didaktiska uppgávu, har tey bregða átøðiliga partin, verkætlanina og starvsroyndirnar saman, sum er grundarlag fyri eini munnligari próvtøku. Lesandi, sum ikki standa próvtøkuna, fara til endurpróvtøku. Endurpróvtøka verður lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen