7708.13 - Yrkisrættaður partur


Skeiðsnummar
7708.13
Heiti
Yrkisrættaður partur
ECTS
9
Endamál
Hetta skeiðið er starvsrættað. Tvs., at tey lesandi skulu (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna førleikar at skipa pedagogiskt virksemi, ið bæði fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rætta ímóti málbólkinum.
Innihald
Starvslæran tekur støði í linjuni, men við serligum atliti at 3 skeiðum: • Fyrireiking til starvslæruna við støði í fakliga, didaktiska og pædagogiska støðinum, sum er lagt í linjuni. • Gera ein verkætlan fyri starvslæruna í samráð við vegleiðaran á starvsvenjingarstaðnum • Starvslæra • Miðvegissamrøðan • Eftirmeting av starvslæruni saman við vegleiðaranum
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • arbeiða verkliga og ástøðiliga í starvslæru á einum dagstovni, skúla (innskúlingini) ella frítíðarskúla við støði í lógum, námsætlanum og reglugerðum og í samstarvi við starvsfelagar, námsfrøðingar og lærarar. • fyrireika eina didaktiska verkætlan í neyvum samstarvi við starvslæraran, har ein leggur upp fyri, at ymisk børn læra og mennast á ymiskan hátt. • greina menningartilgongdina og fakligu undirvísingina í innskúlingini í mun til hvønn leiklut tann fakliga menningin hevur og hvussu undirvísingin verdur skipað. • inndraga og fyrihalda seg til eftirmeting sum ein natúrligan part av undirvísingini og didaktisku tilgongdini hjá tí lesandi. • virka og samskifta við næmingarnar/børnini við atliti at at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi (eisini í mun til næmingalagaða undirvísing)
Próvtøkuháttur
Starvslæran verður mett einsæris. Próvtøkan verður mett av starvlærara og avvarðandi lærara. Endurpróvtøkan verður lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Hetta skeiðið hevur ongan lestrarlista. Tey lesandi skula virka og fyrireika seg til starvslæruna við støði í tí fakliga og ástøðiliga grundarlagnum, ið arbeitt var við í 1., 2. og 3. skeiði.
Ábyrgd
Annika Antoniussen