7718.13 - Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting I – Yvirlit og samtíðar høvuðsmál í námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum


Skeiðsnummar
7718.13
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting I – Yvirlit og samtíðar høvuðsmál í námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. ár á einari BEd útbúgving á námsvísindadeildini ella hevur eina lærara- ella pedagogútbúgving eftir gomlu skipanini.
Endamál
Í fyrsta lagi er endamálið, at hin lesandi skal duga at greiða frá og—á einum grundleggjandi støði—kritiskt viðgera innan- og uttanhýsis samanhangin, sum ein leiðsla virkar í, annaðhvørt í einum grundskúla ella dag-/samdøgursstovni (íroknaðir eru frítíðarskúlar, vardir verkstaðir og aðrir námsfrøðiligir stovnar). Í øðrum lagi er endamálið, at hin lesandi gerst varur við, hvørji høvuðsmál eru áleikandi í okkara samtíð á námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum
Innihald
• Námsfrøði & didaktikkur og leiðsla & fyrisiting • Høvuðsendamálið við virksemi dag-/samdøgursstovnsins og grundskúlans • Dag-/samdøgursstovnurin og grundskúlin sum organisatión • Leiðsla av námsfrøðiligum stovnum • Fyrisiting í námsfrøðiligum stovnum • Áleikandi høvuðsmál innan øki: globalisering, áhaldandi menning, professionalisering av leiðslu og broytingar innan námsfrøðiliga stovns- og leiðsluøkið
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestrar, interview við dag-/samdøgursstovnaleiðarar og skúlaleiðarar og ymisk sløg av bólkaarbeiði í undirvísingini og umvegis internetið.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - lýsa áleikandi høvuðsmál á námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum - skilja ímillum nær fyrisitingarligar tilgongdir og leiðslutilgongdir skulu nýtast í annaðhvørt einum dag-/samdøgursstovni ella grundskúla - avgera hvørjir viðkomandi persónar, stovnar, fyriskipanir og fyribrigdi eru týdningarmikil at hugsa um í samband við gerandishendingar, har tørvur er á námsfrøðiligari leiðslu- og fyrisitingarligum átøkum - seta orð á og—á grundleggjandi stigi—geva kritikk av høvuðsynskjunum sum ymsir persónar, stovnar, fyriskipanir og fyribrigdi aloftast kunnu sigast at hava í samanhanginum rundan um leiðslu og fyrisiting annaðhvørt í einum dag-/samdøgursstovni ella grundskúla.
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum skeiðið skulu tey lesandi tvær ferðir á ymsan hátt leggja fram og skifta orð um sína fatan av samanhanginum ein leiðsla virkar í, annaðhvørt í einum dag-/samdøgursstovni ella grundskúla. Somuleiðis skulu tey lesandi tvær ferðir ígjøgnum skeiðið viðgera eina gerandishending í annaðhvørt einum dag/-samdøgursstovni ella grundskúla, sum krevur, at leiðslan fyrisitingarliga og leiðsluliga tekur eina støðu og virkar eftir henni. Tey lesandi skulu seta orð á og lýsa tey fyribrigdi og viðurskifti í gerandishendingini, ið eru leiðsluni viðkomandi og sum leiðslan má taka atlit til, tá hon viðger støðuna. Harafturat skulu tey lesandi duga at lýsa teir fyrisitingarligu og leiðsluligu spenningarnar og samtíðar høvuðsmál á økinum, ið eru gerandishendingini viðkomandi. Til seinast skulu tey lesandi vísa og grundgeva fyri, hvussu tey persónliga ynskja at bera seg at í gerandishendingini. Endaliga próvtøkan er einsæris skrivlig roynd, har tey lesandi skulu viðgera eina gerandishending eftir leistinum, ið er lýstur omanfyri. Royndartíðin er í mesta lagi 7 tímar. Øll hjálpiamboð eru loyvd uttan internet.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lýst í serstøkum skjali
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð