7719.13 - Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting II – Leiðsla og fyrisiting í sambandi við úrvald aktuell viðurskifti í dag-/samdøgursstovni ella grundskúla


Skeiðsnummar
7719.13
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting II – Leiðsla og fyrisiting í sambandi við úrvald aktuell viðurskifti í dag-/samdøgursstovni ella grundskúla
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. ár á einari BEd útbúgving á námsvísindadeildini ella hevur eina lærara- ella námsfrøðiútbúgving eftir gomlu skipanini.
Endamál
At brynja tey lesandi at sýna leiðslu í samband við aktuel námsfrøðilig viðurskifti í annaðhvørt grundskúla ella dag-/samdøgursstovni (íroknaðir eru frítíðarskúlar, vardir verkstaðir og aðrir námsfrøðiligir stovnar).
Innihald
• Yvirlit yvir ymisk sløg av leiðslu í annaðhvørt grundskúla ella dag-/samdøgursstovni • Leiðsla og fyrisiting í samband við inklusións-átøk • Leiðsla og fyrisiting í samband við tvørprofessionelt samstarv • Leiðsla og fyrisiting av økiseindum • Leiðsla og fyrisiting av 1-3 øðrum rákum, ið tey lesandi hava serligan áhuga í • Starvslæra • Kanningarferð í Danmark
Læru- og undirvísingarhættir
Framløgur, world-caféir, open space og bólkaarbeiði. Starvsvenjing í bólkum við fokus á eitt úrvalt námsfrøðiligt evni. Um stakgreinalesandi hevur drúgvar royndir sum lærari í fólkaskúlanum ella dag-/samdøgursstovni, kann hon/hann, í samráð við undirvísaran, velja at skipa starvsvenjingina øðrvísi. Av tí at nógv av omanfyrinevndu námsfrøðiligu viðurskiftunum eru sera aktuel í løtuni í Danmark í júst samtykta skúlareforminum, verður ein partur av skeiðinum hildin í Danmark, har vitja verður hjá serfrøðingum á økinum. Í Danmark verður eisini luttikið á skeiðum um nýggja skúlareformin.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - seta orð á avgerandi leiðslu- og fyrisitingaratlit í samband við øll omanfyri nevndu úrvaldu viðurskifti í annaðhvørt dag-/samdøgursstovni ella grundskúla - nágreiniliga skifta orð um og leggja ætlanir í samband við leiðslu og fyrisiting í einum úrvaldum aktuellum evni - brúka læruúrtøkurnar omanfyri til egna leiðslu og fyrisiting í samband við onnur aktuell námsfrøðilig viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum skeiðið skulu tey lesandi einsæris tvær ferðir lata eina og einahálva síðu av synopsuteksti um leiðslu og fyrisiting av teimum námsfrøðiligum viðurskiftum, ið eru vorðin viðgjørd í skeiðnum. Við skeiðslok skulu lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu um leiðslu og fyrisiting í samband við eitt aktuelt námsfrøðiligt evni. Uppgávan verður skrivað einsæris ella í bólki (í mesta lagi trý lesandi). Í uppgávuni verður dentur lagdur á, at tey lesandi knýta eygleiðingar frá starvsvenjingini saman við ástøðiligari vitan um leiðslu og fyrisiting av teirra úrvalda evni. Somuleiðis skal úrtøkan av kanningarferðini í Danmark verða partur av endaligu uppgávuni í skeiðnum. Longdin á uppgávuni: ein lesandi 10-15 síður; tvey lesandi 12-17 síður; trý lesandi 14-18 síður. Endaliga próvtøkan er einsæris- ella bólkaframløga út frá skrivaðu uppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lýst í serstøkum skjali
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð