7923.11 - Starvslæra í myndum og filmi


Skeiðsnummar
7923.11
Heiti
Starvslæra í myndum og filmi
ECTS
6
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í myndum og filmum í verki. Málið er at greina myndir og filmar saman við næmingum og m.a. fáa greiðu á, hvussu væl tað hepnast at greiða frá amboðunum, hvussu væl næmingar megna at brúka greiningaramboðini og á hvørjum torleikastigi arbeitt eigur vera.
Innihald
Tey lesandi skriva undirvísingartilfar til starvsvenjingarskeiðið og leggja undirvísingarskrá fyri vikurnar til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna øll grundleggjandi mynda- og filmgreiningararmboð í verki.
Próvtøkuháttur
So hvørt sum skeiðið líður, fáa tey lesandi at vita, hvat vegleiðarar halda um frálærutilfar, skrá og frálæru. Eftir skeiðið verður fundur um alt skeiðið saman við lærarum, vegleiðarum og akkersfólki. Staðið ella ikki staðið saman við munnligari eftirmeting frá vegleiðarum.