7010.10 - Samskifti


Skeiðsnummar
7010.10
Heiti
Samskifti
ECTS
3
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í • hvussu ein finnur dirvi at standa fram og hava eina framløgu • hvussu ein nýtir røddina, og hvussu ein kann menna røddina • hvørji amboð ein kann nýta, tá ið ein støðugt skal arbeiða við framburði, rødd og sjálvsmenning
Innihald
Vit fara at gera ymiskar venjingar, ið hava til endamáls: • at fáa tey lesandi at hugsavna seg um andadráttin og hvønn týdning andadrátturin hevur, tá ið ein skal bera fram • at gera tey lesandi tilvitað um kropsburð og hvønn týdning kropsburður og kropsmál hevur, tá ið ein samskiftir við børn, ung og vaksin • at gera tey lesandi varug við, hvør er munurin millum náttúrligan framburð og uppgjørdan framburð
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt: Tey, ið vara av skeiðnum (1) skráseta um tann lesandi møtir til undirvísing og (2) meta um tann lesandi tekur virknan lut í teimum ymisku venjingunum, ið eru á skránni Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri avrikið.