7012.11 - Mál og máldidaktikkur
Skeiðsnummar
7012.11
Heiti
Mál og máldidaktikkur
ECTS
12
Endamál
Móðurmálsundirvísing í byrjanarflokkunum við denti á málmenning, lesing og skriving. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikli ástøði um serliga málmenning, lesing, skriving og lesitrupulleikar. Dentur verður lagdur á at knýta hetta saman við dagliga arbeiðnum sum fólkaskúlalærarar.
Innihald
1. Móðurmálið, og hvussu málið háttar sær
2. Móðurmálið í heimi og skúla
3. Móðurmálsundirvísingin í byrjanarundirvísingini
4. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing
5. Lesi- og skrivihættir
6. Ymisk eftirmeting
7. Grundarlag undir fakligari lesing
8. Fyritreytir at skilja tað, sum vit lesa
9. Arbeiðshættir - góðir lesi- og skrivivanar
10. At skriva seg til lesing
11. Lesitrupulleikar
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu, ið skal vera 15 blaðsíður fyri hvønn bólkin (3 lesandi).
Vit nýta innanhýsis próvdøming. Skeiðið verður eftirmett við staðið/ikki staðið.