7358.13 - Bókmentasøga og didaktikk - lyrikkur


Skeiðsnummar
7358.13
Heiti
Bókmentasøga og didaktikk - lyrikkur
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tey bæði fyrstu árini á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í føroyskan skaldskap í bundnum máli frá tjóðskaparromantiska tíðarskeiðnum og fram til okkara dagar.
Innihald
Innihaldið í skeiðnum fevnir um: • føroyskar yrkingar í úrvali frá tjóðskaparromantikki í 1880 árunum til okkara dagar • greiningaramboð og tulkingarástøði • fakdidaktisk og almendidaktisk atlit, tá ið undirvíst verður í hesum skaldskapi í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi skulu arbeiða við: • at neyvlesa, greina og tulka yrkingar og seta tær í bókmentasøguligt samanheingi • didaktiskum spurningum og metingum um, hvussu undirvíst verður í yrkingum úr ymsum tíðarskeiðum á ymsum stigum í fólkaskúlanum Undirvísingin skiftir millum: • Fyrilestrar • Framløgur • Bólkaarbeiði • Sjálvlestur
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa: • at tey duga at greina og tulka føroyskar yrkingar Við hesari vitan skulu tey lesandi sýna: • at tey duga at greiða frá, hvussu skaldskaparslagið er broytt seinastu øldina, og hvat ið eyðkennir broytingarnar • at tey duga at brúka ymisk háttaløg at greina og tulka tekstir í bundnum máli • at tey duga at nýta sína vitan um hesar bókmentir til tess at leggja undirvísing til rættis til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Undirvísingarskeið til ávísan flokk ella deild í fólkaskúlanum verður lagt til rættis skrivliga og vart munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen