7381.14 - Kristni og átrúnaður: lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur


Skeiðsnummar
7381.14
Heiti
Kristni og átrúnaður: lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðnum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við hesum skeiðið er, at lesandi arbeiða við og koma at kenna trý øki, ið eru grundleggjandi fyri førleikan at undirvísa í kristni og átrúnaði í fólkaskúlanum. Hesi øki eru: 1 endamálið og innihaldið í lærugreinini kristni. 2 religiónsdidaktikk. 3 gudfrøði og religiónsvísund.
Innihald
Námsætlanini til kristni og átrúnað. Lógar- og skúlakarmar um kristni og átrúnað. Didaktiskir hættir. Gudfrøði ogreligiónsvísund. Undirvísingartilfar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur og kjak. Lesandi hava møtiskyldu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal hin lesandi megna at • greiða frá endamálinum, skipanini og innihaldinum í lærugreinini kristni í ljósinum av lógarverkinum og námsætlanini í kristni og átrúnaði. • seta religióndidaktisk viðurskifti inn í eitt søguligt høpi. • meta um ymisk religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg við tí fyri eyga at velja hóskandi undirvísingarhættir. • greina sambandið ímillum lærugreinina, gudfrøði og religiónsvísindi og religiónsdidaktikk. • brúka námsætlanina, gudfrøði, religiónsvísindi og religiónsdidaktisk ástøði, tá hon ella hann fyrireikar læruætlanir í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin er bygd á fleiri smærri uppgávur, ið tey lesandi gera Í skeiðinum. Harumframt er ein størri uppgáva á 10-15 síður, ið tey lesandi gera í bólkum á 2-3i. Uppgávurnar vera lýstar nærri í skeiðinum. Endurpróvtøka: Um lesandi ikki stendur skeiðið, skal viðkomandi til endurpróvtøku. Nærri reglur um hetta verða lýstar seinni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin verður lýstur nærri í skeiðinum.