7406.13 - Tøl, roknihættir og algebra


Skeiðsnummar
7406.13
Heiti
Tøl, roknihættir og algebra
ECTS
13,5
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 10. flokki í tølum, roknihættum og algebra.
Innihald
- viðgerð og meting av tí, sum lesiætlanirnar siga um tøl, roknihættir og algebra. - undirvísingartilfar viðvíkjandi tølum, roknihættum og algebra - tøl, roknihættir í 1.-6. flokki og tøl og algebra á 4.-10. floksstigi. - hugtaksfatanin hjá børnunum og hugtaksmenningin innan tøl, roknihættir og algebra. - Innara mál og týdningurin av samrøðu fyri menningina av matematiskari fatan og forstáilsi og næmingsins førleikamenning innan fakøkini tal og roknihættir. - almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. - undirvísingargongdir innan tøl, roknihættir og algebra (tey lesandi leggja úrvaldar undirvísingargongdir fram).. - avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - KT er partur av arbeiðinum á modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er av, skal tann lesandi hava lært førleikar innan fyrireiking, útinnan og eftirmeting av valdum undirvísingartilfari og lesiætlanum frá 1. til 10. flokk um tøl, roknihættir og algebra, at: - greiða frá bygnaðinum í talskipanini og talnýtslu í tann mun hetta er viðkomandi fyri undirvísingina í talskipanini. - finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan tøl, roknihættir og algebra. - halda seg til galdandi lesiætlanir vivíkjandi tølum, roknihættum og algebra. - velja viðkomandi undirvísingarevni innan tøl, roknihættir og algebra, og at meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald. - nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir innan tøl, roknihættir og algebra, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær.
Próvtøkuháttur
Eftirmeting er bygd á framløgu. Hvør lesandi hevur egna framløgu har hann greiður frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen