7441.12 - E- læring og náttúrufaksdidaktikk


Skeiðsnummar
7441.12
Heiti
E- læring og náttúrufaksdidaktikk
ECTS
8
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini.
Endamál
At lesandi ogna sær førleika at gagnnýta kunningar- og samskiftistøkni (KST) og margmiðlar innan náttúrfaksdidaktikk.
Innihald
Á skeiðnum verður dentur lagdur á hesi fakøki: • Náttúrufaksdidaktikk og KST í náttúrufaksdidaktikkini • CSCL (Computer Supported Collaborative Learning) • Web2 • Samskifti og interaktivitet • SMART-boards • Heimasíður og bloggar Film, myndir og filmsframleiðsu
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, vegleiðing, bólkaarbeiði, ymsir samskiftisformar/-búnar, kjak og framløgur frá lesandi/bólkum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu lesandi vísa, at tey megna at sniðgeva (designa), leggja til rættis, fremja og eftirmeta undirvísing og læring við at: • nýta KST umvegis internetið til samskifti og samstarv (CSCL) • nýta lærings- og samskiftispallar til óstevjavnað (asynkront) og stevjavnað (synkront) samskifti og samstarv (First Class og Skype) • nýta málbúnar sum film og animatión – bæði egna framleiðslu og annara – í smbandi við náttúrufaks-undirvísing • sýna hollan førleika at brúka Smart Board, bæði tøkniliga og didaktiskt. • gera egnar heimasíður og bloggar, ið skulu nýtast til fakliga dokumentatión (loggbók) gjøgnum øll modulini á breytini • meta um ymsar fatanir av náttúruvísindadidaktiktikk, bæði dannilsis-ástøði og fakfakligar fatanir. við støði í taksonomiunum hjá Bloom, Kratwohl og SOLO-taksonomiini at meta um egnar og annara didaktisku tilgongdir
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu gjøgnum skeiðið hava greitt fleiri smærri uppgávur (lýstar í serligum uppgávuskjali), har tey við nýtslu av KST skulu nýta ymsar málbúnar, t.d. film, myndir, hagtøl, tekst og annað. Uppgávurnar skulu leggjast á persónliga heimasíðu ella blogg, sum tey lesandi sjálv hava gjørt. Við støði í persónligu heimasíðuni og/ella bloggini, meta undirvísararnir, um úrslitið hjá tí einstaka kann góðtakast. Tey lesandi fáa munnligar grundgevingar fyri metingini. Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum –bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen