7442.12 - Náttúruvísindalig háttaløg


Skeiðsnummar
7442.12
Heiti
Náttúruvísindalig háttaløg
ECTS
3
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini. Lesandi skulu hava grundleggjandi telduførleikar.
Endamál
Endamálið er: • at lesandi fáa grundleggjandi kunnleika um náttúruvísindasøgu og –háttaløg. • at lesandi verða greið um sereyðkenni hjá náttúruvísindaligu fakunum, bæði tá talan er um skúlafakini og universitetsfakini • at lesandi ogna sær førleikar at viðgera náttúruvísindalig dátu og at lesandi ogna sær vitan og kunnleika um dikdaktiskar møguleikar í sambandi við náttúruvísindalig háttaløg í fólkaskúlahøpi
Innihald
1) Søgan um náttúruvísindalig háttaløg – ein stutt gjøgnumgongd og kjak um menningina av ymsum háttaløgum innan alisfrøðina, lívfrøðina og náttúrugeografiina. 2) Royndir – eksemplariskt brúktar – sum dømi um háttalag í skúlahøpi 3) ”Sjálvsfatanirnar” hjá teimum trimum skúlafakunum, lívfrøði, alisfrøði og landalæru/ jarðfrøði 4) Dátuviðgerð innan náttúruvísindi. Í stuttum verður kunnað um yrkislig (professionel) amboð, sum vanliga verða nýtt innan náttúruvísindi. Dentur verður tó í størri mun lagdur á arbeiði og royndir við hagtølum, rokniarki, dátugrunnum, og hvussu hesi amboð kunnu brúkast í fólkaskúlanum. Arbeitt verður í høvuðsheitum við eksemplariskum dátum. 5) Ymisk grundleggjandi náttúrufaks-hugtøk og –ástøði
Læru- og undirvísingarhættir
Ymiskir arbeiðshættir, herundir undirvísing og upplegg frá lærarum og arbeiði við serligum, fakligum hugtøkum. Harafturat verður dentur lagdur á egin-virksemi studenta, m.a. gjøgnum arbeiði við sjálvstøðugum royndum, kjaki og skrivligum refleksiónum um náttúruvísindalig háttaløg og didaktisk viðurskifti (essay).
Læruúrtøka
Yvirskipaða læruúrtøkan er ein breið, grundleggjandi vitan um, hvussu ymisk háttaløg søguliga eru ment innan tey trý universitetsfakini, og hvussu hesi kunnu transformerast – ella didaktiserast – og soleiðis nýtast í fólkaskúlahøpi. Eftir lokið skeið skulu lesandi hava ognað sær vitan, fimi og førleikar at: • tilrættisleggja og nýta royndir í undirvísing í fólkaskúlanum • tilrættisleggja og gjøgnumføra smærri kvantitativar kanningar, og at tulka úrslitini, herundir eisini at nýta rokniark sum amboð • nýta myndlar, frymlar, hagtøl og náttúruprosessir og -ringrásir í undirvísingarhøpi • meta um induktivt, hypotetiskt/deduktivt og abduktivt háttalag í undirvísingarhøpi
Próvtøkuháttur
Lesandi skriva eitt essay à 4-5 normalsíður um náttúrufaklig háttaløg í skúlahøpi. Nærri uppgávu-lýsing í serstøkum skjali
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan