7443.12 - Orka


Skeiðsnummar
7443.12
Heiti
Orka
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, og at tann lesandi hevur staðið fyrsta árið á læraraútbúgvingini.
Endamál
• at lesandi fáa greiðu á náttúrvísindaligu orku- og effekt-hugtøkunum • at lesandi ogna sær vitan og gerast tilvitað um ymiskar orkuformar og formbroyti millum hesar • at lesandi fáa innlit í samfelagsliga framleiðslu, distributión og nýtslu av orku og umhvørvisviðurskifti í hesum sambandi • at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í orku og orkuspurningum
Innihald
Á skeiðnum verður dentur lagdur á hesi fakøki/-temu: 1. Hvat er arbeiði, orka og effekt? 2. Orka í einum tekniskum og samfelagsligum perspektivi 3. Orka í biosfæruni, og í landslagnum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, og ein størri spurdómsstýrd verkætlanaruppgáva sum einstaklinga- ella bólkaarbeiði við trimum vegleiðingum í verkætlanar-tíðarskeiðinum. Lesandi hava møtiskyldu til undirvísing, vegleiðing og starvslærutímar. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu lesandi vísa, at tey megna at menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing og læring, har læruúrtøkan fevnir um vitan, fimi og førleikar at skilja og nýta orkuhugtakið á einum náttúruvísindaligum grundarlagi, og samstundis megna at didaktisera faklig hugtøk til nýtslu í skúlafakunum, herundir hugtøk sum: • Kraft, arbeiði, potentiel og kinetisk orka, effekt, entropi • orku-ringrásir og grundleggjandi evna- og alisfrøðilig viðurskifti • Ymsar orkukeldur, herundir fossilar, varandi orkukeldur og kjarnorka • Orkuumseting í m.a. maskinum • Orkugoymslur • Orkuveiting • Samfelagslig viðurskifti, herundir umhvørvislig • Orkunýtsla í nærumhvørvinum (húskini, skúli, virki/vinnulív...) • Orkutilgongdir í livandi verum, serliga menniskjum • Fotosyntesan • Orkuviðurskifti í stóru náttúru-ringrásunum (veður/veðurlag, vatni, CO2, N, P o.s.fr.) • Við sjálvstøðugum arbeiði við spurdómsstýrdari verkætlanaruppgávu vísa, at tey eru før fyri at menna, inna, gjøgnumføra, eftirmeta og meta um undirvísingar- og lærings-tilgongdir í fólkaskúlahøpi
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda verkætlanaruppgávu (lýst í serligum uppgávuskjali), sum tey í sambandi við eina munnliga roynd skulu leggja fram fyri undirvísarum og lesandi. Eitt próvtal verður givið fyri bæði munnliga og skrivliga partin. Skrivliga avrikið telur meira enn munnliga framløgan. Stendur lesandi ikki, skal hann skrivað nýggja uppgávu við somu treytum og krøvum sum hin fyrra. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen