7447.12 - Ráðstevna (Náttúrubreytin)


Skeiðsnummar
7447.12
Heiti
Ráðstevna (Náttúrubreytin)
ECTS
2
Endamál
Málið við ráðstevnuni er, at lesandi venja seg at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina ráðstevnu, ið tey sjálv standa fyri.
Innihald
Innihaldið á ráðstevnuni skal fevna um eitt náttúrufakligt tema, sum er relevant og spennandi í undirvísingarligum samanhangi, serliga í mun til fólkaskúlan, men kann tó eisini venda sær til onnur lesandi. Avgerðin um tema og innihald verður tikin av lesandi og undirvísarum í felag. Lesandi fyriskipa sjálv øllum viðurskiftum sum hava við skipanini av ráðstevnuni, herundir t.d. innbjóðing til ráðstevnu-luttakarar, val av evt. eksternum fyrilestrarhaldarum og/ella verkstaðarleiðarum, mati, hýsing o.s.fr. Aftaná ráðstevnuna verður frágreiðing (rapport) skrivað og útgivin av teim lesandi. Í frágreiðingini verða fyrilestrar og evt. verkstaðar-úrslit, og ymiskt annað relevant tilfar frá ráðstevnuni savnað.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi standa sjálv fyri øllum arbeiðnum í smb. við ráðstevnuna. Undirvísararnir eru tó alla tíðina tøkir til íblásturs, og sum vegleiðarar.
Læruúrtøka
Við ráðstevnuni skulu lesandi vísa, at tey megna at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina ráðstevnu. Her skulu tey í verki vísa, at tey megna at standa á egnum beinum og arbeiða sjálvsstøðugt, men samstundis eisini duga at samstarva við onnur. Lesandi skulu eisini vísa, at tey hava førleikan at miðla fakligt tilfar, m.a. við at framleiða skrivligt tilfar og/ella at halda ein fyrilestur fyri mongum áhoyrarum. Her verða eisin evnini at stíga fram, at stýra og referera, vand.
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu skriva eina styttri frágreiðing frá ráðstevnuni, har tey lýsa og reflektera yvir tilgongdina. Umframt verður eisini ein munnlig eftirmetingingarsamrøða millum studentar og undirvísarar um ráðstevnuna. Møtiskylda er galdandi fyri ráðstevnuna. Stendur lesandi ikki, skal hann skrivað avloysingaruppgávu, ið svarar til 2 ECTS í vavi. Uppgávutekstur verður orðaður av undirvísarunum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi velja sjálv relevant tilfar í sambandi við ráðstevnuna. Hetta tilfar skal góðkennast av undirvísarunum.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen