7692.14 - Undirvísing í innskúlingini og starvslæran
Skeiðsnummar
7692.14
Heiti
Undirvísing í innskúlingini og starvslæran
ECTS
15
Endamál
Hetta skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um undirvísing í innskúlingini við støði í einum didaktiskum sjónarmiði. Atlit verður tikið til teirsosialu, fakligu og kreativu partarnar í undirvísingini. Í starvslæruni skulu tey lesandi (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna førleikar at skipa pedagogiskt virksemi, ið bæði fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rættað ímóti málbólkinum.
Innihald
• Málmenning, málslig tilvitan sum ein fyritreyt fyri lesing, byrjanarfrálæra í lesing og skriving
• Støddfrøðiliga grundarlagi – talfatan og mongdir.
• Tað fakliga býti í innskúlingini
• Tvørfakligt samstarv
• Koblingin millum barnagarð, skúla og frítíðarskúla
• Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverki/námsætlanir – ársætlanir.
• Undirvísingarhættir
• Fyrireiking til starvslæruna
• Næmingatillaga undirvísing
• Undirvísingartilfar - føroykst og útlenskt tilfar.
• Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðing, starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at:
• viðgera og lýsa kritiskt hvørji grundleggjandi faklig sjónarmið eyðkenna undirvísingina í føroyskum máli og støddfrøði
• fyrihalda seg verkliga og ástøðiliga til fakini við støði í lógum, námsætlanum og reglugerðum.
• Greina og tulka koblingina millum skúla og frítíðarskúla við atlit til týdningin av samstarvi/tvørfakligum samstarvi,
• greina og tulka ymsar undirvísingarhættir og undirvísingartilfar.
• fyrireika og fremja eina undirvísingartilgongd og vísa samanhangin millum undirvísingartilgongdir og ásrætlan Hetta skal gerast við støði í næmingunum og í samstarv við starvslæraran.
• Eftirmeting - Eftirmeta undirvísingartilgongdina.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina synopsu einsæris, sum er útgangsstøði fyri eina munnliga próvtøku.
Synopsan skal leggja eitt ástøðiligt grundarlag fyri kjakinum í munnligu próvtøkuni, sum skal tvinnast saman við royndunum frá starvslæruni.
Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen