7002.12 - Skapandi læra


Skeiðsnummar
7002.12
Heiti
Skapandi læra
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa greiða fatan av, hvat skapandi læra snýr seg um. (2) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um frálærufrøðiligar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at skapandi arbeiðshættum.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru m.a.: Hvat er skapandi læra? Hvat er ein skapandi lærutilgongd? Hvat er estetikkur? Hvat er kreativitetur? Í verkstøðunum verður arbeitt verkligt við skapandi læru.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað við fyrilestrum og fyrireikandi arbeiði mánadagin í v. 16. Síðani verður arbeitt í verkstøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at - greiða frá, hvat skapandi læra snýr seg um. - greiða frá og brúka ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. - viðgera frálærufrøðiligar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at skapandi arbeiðshættum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu vísa í verki, at tey eru før fyri at leggja til rættis eina undirvísingartilgongd, har børn í innskúlingini (5-9 ár) verða drigin við inn í verkætlanina. Verkætlanin endar við einum framløgudegi, mánadag ella mikudag i viku 19. Framferðarhátturin verður avtalaður við læraran á verkstaðnum. Um so er, at ein lesandi ikki hevur staðið verkætlanina, skal ein skrivlig uppgáva á 5 – 8 s. latast inn. Uppgávan skal taka støði í Skapandi læru. Spurdómur skal góðkennast av læraranum. Uppgávan skal latast inn eftir avtalu við læraran.
Próvdøming
Innanhýsis
Ábyrgd
Sjúrður Hansen