7004.12 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7004.12
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
4,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um: • Hvussu fatanin av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og barndóm eru broyttur upp gjøgnum tíðirnar • Barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum • Barna-og ungdómsgransking • Hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum
Innihald
Tey evni, ið verða viðgørd, eru: • Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi • Børn sum konstruktión • Hugtakið barnamentan • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Kynsleiklutir á stovni og í skúla • Hugtakið ungdómur • Lívsstílur hjá ungdómi • Miðlar, mentan og frítíð hjá børnum og ungum • Ungdómur og seinmodernitetur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at: • Lýsa, greina og meta um ymiskar fatanir av børnum og barndómi og granskingarhættir innan hesi øki, sum hava verið uppi gjøgnum tíðirnar. • Lýsa, greina og meta um hugtakið barnamentan og hugtøk, sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa, greina og meta um mentanir hjá børnum í dag. • Lýsa, greina og meta um granskinarhættir innan barnsins egnu mentan. • Lýsa og greina hugtakið genus. Meta um hvønn týdning vitan um kynsmynstur hjá børnum kann hava fyri námsfrøðiliga/didaktiska arbeiðið hjá námsfrøðingum og lærarum. • Lýsa, greina og meta um nakrar politiskar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut lærarar og námsfrøðingar hava í hesum høpi. • Brúka sína vitan um ungdóm og ungdómsmentan til at gera kanningar og verkætlanir, sum er viðkomandi fyri yrkið hjá lærarum / námsfrøðingum. • Brúka sína vitan um ungdóm í samfelagsligum ljósi til at skilja mentanina og verumátan hjá ungdóminum betri – og harvið til at skapa eitt betri samskifti við børn og ung á dagsstovnum og skúlum. • Greiða frá og greina ungdómsmentanarlig sjónarmið í almennum og fakligum orðaskifti
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er eitt essay, sum skal skrivast í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Tey lesandi fáa nakrar próvtøkuorðingar at velja í millum. Lýst er í lestrarskránni, nær próvtøkuorðingarnar verða handaðar teimum lesandi. Umframt at svara valdu uppgávuorðing, skulu tey lesandi í skrivligu uppgávuni sýna greiða og samanhangandi próvførslu, sum í stóran mun er grundað á vísindaligar tekstir, nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting, og duga at nýta APA tilvísingarskipanina. Nærri lýsing um essay-uppgávuna verður givin í serstøkum skjali og í innleiðslukunningini. Stendur lesandi ikki, er møguleiki at fara til endurpróvtøku. Freistin fyri innlatingin til endurpróvtøku verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður lagdur á stevnuna í First Class 3 vikur áðrenn skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen