7005.10 - Barna- og ungdómsmentan
Skeiðsnummar
7005.10
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
5
Endamál
Tey lesandi skulu:
• Fáa holla vitan um, hvussu fatanin av børnum og barndómi og hugburðurin til børn og barndóm eru broytt gjøgnum tíðina.
• Verða før fyri at greiða og greina sambandið millum barnafatan og samfelagsskipan.
• Ogna sær grundleggjandi vitan um barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum.
• Fáa ástøðiligt innlit í teir høvuðstættir, ið hava eyðkent granskingina av ungdómsmentanum og –bólkum upp ígjøgnum tjúgundu øld.
• Ogna sær vísindaliga vitan um ungdóm viðvíkjandi heilsu og livikor, frítíð og mentan, útbúgving og framtíð.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgørd, eru:
• Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum ljósi
• Hugtøkini børn og barndómur
• Børn sum konstruktión
• Barnamentan
• Sjónarmiðini hjá børnum og ungum
• Hugtakakið ungdómur
• Lívsstílurin hjá ungdómi
• Miðlar, mentan og frítíð
• Ungdómur og seinmodernitetur
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Uppgávan verður skrivað í bólki.
Uppgávan er lýst í serstøkum próvtøkuskjali.
Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ ikki staðið fyri avrikið.
Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: (1) um tann lesandi hevur ognað sær eina heildarfatan av, hvussu barna- og ungdómsfatanin er broytt gjøgnum tíðina, og hvat eyðkennir barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, (2) um tann lesandi hevur greiða og týðuliga próvførslu, sum í stóran mun er grundað á vísindaligar tekstir, (3) um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting og (4) um tann lesandi dugir at nýta APA tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin