7238.12 - Evropisk mentasøga II. Romantikk – modernisma


Skeiðsnummar
7238.12
Heiti
Evropisk mentasøga II. Romantikk – modernisma
ECTS
8
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið fyrsta lestrarárið, heysthálvuna annað lestrarárið og Evropisk mentasøgu I.
Endamál
Málið við skeiðnum er at viðgera tíðarskeiðini romantikk – biedermeier – nýbrotið – modernismu. • Tey lesandi skulu nema sær kunnleika og vitan um bókmentir, myndlist, byggilist, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðinum uml. 1800 til í dag. • Tey lesandi skulu ogna sær vitan um tey bókmentaligu rákini í nevndu tíðarskeiðunum og verða tilvitandi um bæði broytingar og felags eyðkenni í skaldskaparlist og myndlist úr einum tíðarskeiði í annað. • Tey lesandi skulu nema sær førleika at greina, tulka, bera saman og seta bókmentir og myndlist í størri samanheingi. • Tey lesandi skulu ogna sær vitan um samanspælið millum bókmentir, myndlist, byggilist, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðunum, nevnd eru omanfyri. • Tey lesandi skulu nema sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við bókmentaligar tekstir. • Tey lesandi skulu nema sær førleikar at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Innihald
Romantikkin frá uml. 1790 til 1870 verður lisið í einum søguligum og bókmentasøguligum ljósi, har vit somuleiðis kanna menniskjaáskoðan, átrúnað og málningalist. Romantikkurin er eitt rák úr serliga Týsklandi, og vit skulu kanna nýplatonsku náttúruheimspekini hjá Schelling, sum er grundarlagið undir fyrstu parti av tí romantisku rákinum, ið serliga fevnir um skaldskap á bundnum máli. Eisini lesa vit brot úr hugmyndaleikinum Faust eftir Johan W. Goethe og sálmar eftir Grundtvig og Ingemann. Somuleiðis skulu vit tað realistiska rákið innnan bókmentum og myndlist fram ímóti komandi tíðarskeiðið til tess m.a. at lýsa, hvussu stóran leiklut myndlist hevði serliga í sambandi við at kanna, hvussu rákið biedermeier roynir at lýsa eina trygga og fjálga verð í tí stóru verðini. Somuleiðis skulu vit eisini lesa brot úr tekstum hjá heimspekinum Søren Kirkegaard. Í hesum tíðarskeiði fara menn at savna ævintýr og aðrar tjóðminni, ið góvu rithøvundar íblástur til sjálvir at skriva ævintýr, t.d. H.C. Andersen, E.T.A. Hoffmann og Joseph von Eichendorff, ið skrivaðu listævintýr. Hetta tíðarskeiðið er merkt av frælsishugmyndum hjá fronsku kollveltingini og av hugmyndum hjá tí nýggju borgarastættini, sum reisti seg móti lensveldi og einaræði. Nýbrotið í seinnu helvt av 1800-talinum verður sum eisini hini skeiðini lisið í einum søguligum og bókmentasøguligum høpi, har vit somuleiðis kanna menniskjaáskoðan, átrúnaðin og myndlistina. Hetta rákið var ímóti romantikkin, ið varð hildin at vera í so innhugsin, veruleikafjar og sveimandi. Funnist varð t.d. at, at romantikkin mest snúði seg um dreymar og longsul, tvs. ikki um veruleikan. Í Englandi og Fraklandi komu út sonevndar realistiskar bókmentir, og kravið til bókmentirnar var nú, at tær skuldu snúgva seg um veruliga lívið hjá fólkið, tí tær skulu, sum Georg Brandes í síni stevnuskrá sigur, “At bókmentir á okkara døgum eru á lívi, vísir seg í tí, at tær taka vandamál til viðgerðar”, gera fólk tilvitað og upplýst. Av tí skrivaðu rithøvundarnir um hjúnalagið, átrúnaðin, ognarrættin, viðurskiftini millum kynini og samfelagsviðuskifti sum heild. Vit lesa verk eftir m.a. August Strindberg, Amalie Skram, Henrik Ibsen, Henrik Pontoppidan, Herman Bang, Gustave Flaubert. Til tess at skilja tey politisku og samfelagsligu viðuskiftini, lesa vit brót úr verkinum eftir Karl Marx og Friedrich Engels Kommunistiska manifestið. Bæði Charles Darwin og Friedrich fingu á hvør sínum øki kollveltandi ávirkan, og tí lesa vit brot úr Upprunin hjá sløgunum og Soleiðis talaði Zarathustra. Í 1880´árini hava vit rákið impressionismuna innan bæði bókmentum og myndlist, í Norðurlondum serliga umboðað av Herman Bang og Jonas Lie. Listarákið sýmbolisman kom fram i seinni helvt av 19. øld í andstøðu móti náturalismu, realismu og bjartskygni og vónini um eina betri verð, ið valdi frá uml. 1870 til 1900. Hetta rákið er fram um alt yrkingarlist, ið er serliga eyðkennt av hugmyndaflogi og viðkvæmi. Sum ein varði í tíðarskeiðinum eftir 1900, har verðin so at siga dettur sundur, stendur Franz Kafka, sum í sínum verki megnar at lýsa menniskja í eini verð, sum er sundurpettað og óskiljandi. Vit lesa tekstin Framman fyri lógini, stuttsøguna Ein bygdalækni umframt skaldsøguna Umskapanin sum høvuðsverk. Sálarfrøðingurin Sigmund Freud fekk stóra ávirkan á bæði bókmentir og myndlist frá uml. 1900, tá hann gav út bókina Dreymatýðing. Harumframt er tað týdningarmikið at leggja til merkis, at vit hjá t.d. Baudelaire og Knut Hamsun í skaldsøguni Sult lesa tey fyrstu lýsingarnar av stórbýinum, har teir lýsa tað vakra í tí illa, skitna og ótespiliga. Listarákið ekspressionisma tók seg upp seinast í 19. øld, og listafólkini vilja í bæði bókmentum og málningalist lýsa ein heim, sum er avskeplaður av persónligari hugsan og hýri og av sterkum kenslum, sum vit t.d. síggja í málningunum Skríggið eftir Edvard Munch. Bæði impressionisman, sýmbolisman og ekspressionisman eru rák, ið hoyra til modernismuna, og hava ávirkað øll listafólk í modernismuni. Í 1914 brast dreymurin um at liva í tí besti av øllum heimum, og hetta samanbrotið verður lýst meistarliga væl av t.d. Stefan Zweig í hansara sjálsævisøgu Die Welt von gestern. Tá fyrri heimsbardagi er av í 1918, er heimurin av álvara broytt, og bæði skaldskapur, myndlist og heimspeki mugu finna aðrar háttir at lýsa eina verð í samleikakreppu. Modernisman byrjar við, at Friedrich Nietzsche segði, at “Gud er deyður” um leið 1880 og fyribils endar við, at “Tann besti av øllum heimum” gongur til grundar sum úrslit av ræðuleikunum í fyrra heimsbardaga. Modernisman setur spurning við ímyndina av einum stórum, savnandi og samanhangandi veruleika handan tað, ið verður sansað. Moderniteturin er rák, sum setur síni merki bæði í menniskjuna og listina bæði í 20. og 21. øld, har heimurin alsamt broytist og alsamt verður máað burtur av siðvenjum og virðum. Fyri seinna heimsbardaga hevði verið sagt, at einki land fór at byrja eitt slíkt kríggj, tí manna-prísurin fór at verða alt ov høgur. Men kríggj brast á við nýggjum maskinum, og tað sor, ið av stóðst, knústi alla grundleggjandi trúgv, hetta er meistarliga lýst í yrkingini Deyðsfuga eftir Paul Celan og í bókini Um hetta er eitt menniskja eftir Primo Levi. 1920-árini vóru eisini kend sum jazztíðin, og fólk sýndu sera stóran áhuga fyri bilum, loftferðum, telefonum og aðrari nýggjari tøkni, hetta lýsir Otto Gelsted við speisemi í yrkingini Lýsingarskipið, hvørs evni verða tikið upp seinni av Klaus Rifbjerg í Postludium (1962) og av William Heinesen í Mill of Dead (1972). Í 1930 var modernisman sloppin innum í list og politikki, og øll tekin vóru um, at hon ikki fór at hæsa av í bræði. Marxisma sum politisk hugsjón var nógv frammi, og fleiri rithøvundar skrivaðu um korini hjá arbeiðarastættini bæði á landi og í býi, nevnast kann t.d. amerikumannin John Steinbeck og svian Vilhelm Moberg. Nasistarnir í Tysklandi søgdu modernismuna vera avlagaða og jødiska, listin var Degenererað. Eftir seinna heimsbardaga hildu listafólk, at teir skuldu gera vart við, um myndugleikar bóru seg at soleiðis, at teir hóttu frælsið hjá einstaklinginum, og tí sóu teir seg sum eitt slag av messias-ímyndir, sum kundu bjarga fólkinum. Hetta er eitt fyribrigdi, ið vit kenna úr romantikkini og sum vit síggja aftur í 1980-árini, t.d. hjá Michael Strunge. Bæði bókmentir og myndlist lýstu í 1950´árini kalda kríggið og ræðslan fyri kjarnorkubombum. Um 1970 tóku ungdómar um allan heimin seg saman í uppreistir ímóti tí kapitalistisku brúkarasamfelagnum, øllum autoritetum og krígnum í Vietnam, tí nú skuldi vend koma í, og Bob Dylan sang longu í 1963, at The Times They Are A-Changin`. Hippi- og flower power rørslan setta eisini sítt dám á bæði bókmentir, myndlist og ikki at gloyma tónleik. Modernisman livdi sítt fríska lív í kapitalistiskum brúkarasamfeløgum, hóast forsprákararnir fyri rørsluni ofta settu seg upp ímóti andanum í brúkarasaamfelagnum. Danin Ivan Malinowski er eitt dømi um ein yrkara, sum skrivar um firring og einsemi í vælferðarsamfelagnum. Bob Dylan og The Rolling Stones løgdu siðbundin poppløg til modernistiskar yrkingar og tóku til sín bókmentaligar snildir frá James Joyce, Samuel Beckett, T.S. Eliot, Allen Ginsberg og øðrum. The Beatles gjørdu nøkulunda tað sama og gjørdu slóðbrótandi tónleikaávirkanir á fleiri plátuútgávum. Modernisma er, sum skilst, ein stórur básur, har fleiri mentanarrák eru inni í senn, og hugsanarhátturin seyrar út í allar samfelagsins greinar. Postmodernisma er í roynd og veru rørsla, ið doypti seg sjálva eitt navn, ið nú verður nýtt fyri alt tað í 20. øld og fram, ið roynir at endurtulka tað modernaða. Tað mest slóðbrótandi við modernistisku rørsluni var, at hon var ímóti allari siðvenju. ”Hugsa nýtt” ”Ger tað av nýggjum” vóru herróp, og innan Í bókmentum var talan ofta um, at skaldsøgur ikki høvdu vanliga søgugongd ella vanligar persónar, og yrkingarnar vóru so løgnar, at tær vóru ómøguligar at tulka.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 tímar um vikuna í várlestrarhálvuni í viku 14 – 18, tvs. 4 tímar 3 dagar um vikuna.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa: • At tey hava ognað sær innlit og førleika at lesa tekstir og greina myndir í einum bókmentasøguligum og søguligum samanhangi. • At tey hava ognað sær vitan um tey ymisku tekstasløgunum og førleika at greina, tulka og samanbera tekstir í bæði bundnum og óbundnum máli. Við hesari vitan skulu tey lesandi: • Hava grundleggjandi innlit í bókmentasøgu, myndlista- og byggilistasøgu, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðinum uml. 1800 til í dag. • Hava vitan um ymisk háttalag og duga at skilmarka og nýta viðkomandi greiningarhugtøk, bæði innan fagurbókmentir og yrkisbókmentir. • Vera før fyri at umrøða bókmentaligar spurningar við hóskandi hugtøkum. • Duga at nýta teirra vitan innan omanfyrinevndi økum til tess at laga undirvísing til rættis til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka og 80 % hjávera. Skeiðið endar við einum verkevni, sum verður skrivað í vikunum 21-23. Krøv til verkevnið eru lýst í serstøkum skjáli.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Aðrar bókmentir (eitt úrval): Turið Sigurðardóttir: Hugtøk í bókmentafrøði, Ungu Føroyar 2009 Finn Brandt-Pedersen et al.: Metode bogen, Nøgleforlaget 1980ff Anders Østergaard (rit.): SKUD – tekstanalysen i dag, Amanda 1992 Malan Marnersdóttir og T. Sigurðardóttir: Føroysk bókmentasøga 1 (Miðøld til Tjóðskaparromantikk), Nám 2011 Johannes Fibiger et al.: Litteraturens veje, Gads Forlag/Systime 1996ff Hans Hertel (rits.): Verdens litteratur historie 1-7, Gyldendal 1985-1993 Elisabeth M. Jensen (rits.): Nordisk kvindelitteraturhistorie 1-5, 1998 Pil Dahlerup: Det moderne gennembruds kvinder 1-2, Gyldendal 1983ff Anne-Marie Mai: Hvor litteraturen finder sted • Længslens tidsaldre 1800-1900 • Bidrag til dansk litteraturs historie bind 2, Gyldendal 2010 Ole Høiris og P. Ingesman (rits.): Romantikkens verden (2008), Modernitetens verden (2009), Aarhus Universitetsforlag John Erichsen og Luise Skak-Nielsen: Naturen & Kunsten – landskabshavens kulturhistorie i Danmark 1780 – 1830, Forlaget Historismus 2012 Bente Scavenius (ritst.): Grib Tiden • 1900 – 2000, Gyldendal 2001 Thomas Thura: Tekstanalyse og litterær metode, Nordisk Forlag A/S 2010 Keld Grinder-Hansen (ritst.): Rejsen, Nationalmuseet 1992 K. Teilmann (ritst.): Genrer på kryds og tværs, Syddansk Universitetsforlag 2004 Hanus Kamban: Tað nýggja Atlantis • Vísindaskaldskapur og furða, BFL og Føroya Skúlabókagrunnur, 2002 Hanus Kamban: Framman fyri lógini • Klassiskar stuttsøgur 1829-2009, Forlagið Náttsólin 2012 Knud Wentzel: Utopia • Et motiv i dansk lyrik, Munksgaard 1990 Klaus P. Mortensen: Himmelstormerne • En linje i dansk naturdigtning, Gyldendal 1993 Carsten Høeg: Eventyrleksikon, Munksgaard 1996ff J.C. Cooper: Symbolleksikon, Politikens Forlag, 1994ff Lise Funder: Motiver og symboler i europæisk kunst, Nyt nordisk forlag 2004 Gerhard J. Bellinger: Mytologisk leksikon, Gyldendal 1993 Finn Stefánsson og A. Sørensen: Religion • Livsanskuelse, Gyldendal 1979ff Geert Hallbäck et al.: GADS Bibel Leksikon 1 – 2, Gads Forlag 1998 Frans Gregersen et al.: Idehistorie • Ideer og strømninger i det 20. århundrede, bd. 1, Forlaget Amanda 1994 Berit Højbjerg (ritst.): Gads udenlandske forfatterleksikon, Gads Forlag 2001 Benedicte Kieler og K. P. Mortensen (rits.): Gads danske forfatterleksikon • Litteraturens stemmer, Gads Forlag/Systime 1999ff Vibeke Wegener: Veje ind i billedet, Dansklærerforeningen 2001 Lise Gotfredsen: Billedets formsprog, 1989ff Lotte Rienecker og P. S. Jørgensen: Den gode opgave, Samfundslitteratur, 2010
Ábyrgd
Hanne Jacobsen