7283.13 - Veðrið, veðurlag og ráðstevna


Skeiðsnummar
7283.13
Heiti
Veðrið, veðurlag og ráðstevna
ECTS
7,5
Endamál
Málið við skeiðnum um veðrið og veðurlag er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um og fatan av, hvørjir faktorar og viðurskifti, ið ávirka og skapa og hava skapt veðrið og veðurlagið, og at tey eisini ogna sær førleika at skipa eina didaktiska tilgongd um veður og veðurlag í fólkaskúlahøpi. Málið við ráðstevnuni er, at lesandi venja seg at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta ein ráðstevnu.
Innihald
Innihaldið á veður og veðurlagsskeiðnum er ógvuliga fjølbroytt, har dentur er lagdur á náttúrutilgongdir (-prosessir), ringrásir og javnvágir. Temuni fevna m.a. um: • leiklutin hjá sólini sum grundleggjandi orkukelda og drívmegi fyri veður og veðurlag á jørðini • veðurlagsbroytingar gjøgnum jarðarsøguna fram til dagin í dag • um globalar veðurlagsskipanir • lágtrýst og hátrýst og ávirkan teirra á veðrið Vikan endar við, at lesandi skulu gera uppskot til undirvísingartilgongdir til ein 8. flokk, har veljast kann millum hesi temu: • Veðrið í Føroyum • Global veðursystem • Globalar veðurlagsbroytingar Í smb. við skeiðið um veðrið og veðurlag, skulu lesandi menna eina undirvísingartilgongd, sum í stóran mun skal grundast á visualitet, t.e. at animatiónir, myndir, model o.s.fr. skulu vera týðandi partur av undirvísingartilgongunum. -- Innihaldið á ráðstevnuni skal fevna um eitt náttúrufakligt tema, sum er relevant og spennandi í undirvísingarligum samanhangi, serliga í mun til fólkaskúlan, men kann tó eisini venda sær til onnur lesandi. Avgerðin um tema og innihald verður tikin av lesandi og undirvísarum í felag. Aftaná ráðstevnuna verður frágreiðing (rapport) skrivað av teim lesandi. Í frágreiðingini verða fyrilestrar og møgulig verkstaðarúrslit og ymiskt annað relevant tilfar frá ráðstevnuni, t.d. ein eftirmeting, savnað.
Læru- og undirvísingarhættir
Á skeiðnum um veðrið og veðurlag verða fyrilestrar hildnir, vanlig holdundirvísing og bólkaarbeiði, har vegleitt verður í smb. við smærri uppgávur. Tey lesandi halda fyrilestrar, undirvísa og standa fyri verkstaðararbeiðum sjálvan ráðstevnudagin.
Læruúrtøka
Tá skeiðini eru lokin, skal hin lesandi duga at: • greiða fakliga frá o leiklutinum hjá sólini sum grundleggjandi orkukelda og drívmegi fyri veður og veðurlag á jørðini o veðurlagsbroytingum gjøgnum jarðarsøguna fram til dagin í dag o globalum veðurlagsskipanum o lágtrýsti og hátrýsti og ávirkan teirra á veðrið • skipa eina didaktiska tilgongd um veður og veðurlag í fólkaskúlahøpi við útgangsstøði í fakligu vitanini um veðrið og veðurlagið. -- Í smb. við ráðstevnuna skulu lesandi duga at • standa á egnum beinum og arbeiða sjálvsstøðugt, men samstundis eisini duga at samstarva við onnur • fyriskipa øll viðurskifti sum hava við skipanina av ráðstevnuni at gera, herundir innbjóðing til ráðstevnuluttakarar, val av møguligum eksternum fyrilestrarhaldarum, mati, flutningi, hýsing o.s.fr. • skipa og gjøgnumføra fakliga partin av ráðstevnutemanum, og at halda fyrilestur, undirvísa og at leiða praktiska arbeiðið á verkstøðunum
Próvtøkuháttur
Undirvísingargongd og rapport
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarið til skeiðið um veðrið og veðurlag verður útflýggjað teimum lesandi undan skeiðsbyrjan. Tilfar til ráðstevnuna verður skiftandi frá ári til ár, alt eftir ráðstevnuinnihaldi og –skipan, og verður latið teimum lesandi undan ráðstevnuni.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen