7318.14 - Evropas søga eftir upplýsingartíðina


Skeiðsnummar
7318.14
Heiti
Evropas søga eftir upplýsingartíðina
ECTS
8
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er við stigvøkstri at arbeiða seg fram til eina sjálvstøðuga fatan av høvuðslinjunum í søgugongdini eftir upplýsingartíðina. Útgangs-støði verður tikið í søgu Evropas, sum eisini verður sett í størri høpi og heild við gongdina úti í heimi umframt í Føroyum. Eisini verður komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólka-skúlans, t.e. søgudidaktikki. Somuleiðis verður miðað eftir, at linjulesturin skal sampakka við høvuðskrøvini til bachelor- og yrkisrættaðu verkætlanina. Harumframt verður komið inn á: 1 ) Námsætlan fólkaskúlans í søgu/samtíð, 2) kunning um sBókina Føroya søga 1750-1914 (Bergur Rasmussen) og: 3) kunning um ársætlanir, undir-vísingargongdir og virksemisætlan fólkaskúlans (Jógvan Dahl). Punktini 1) og 3) verða eftirmett í seinasta moduli, t.e. modul 5.
Innihald
I. Analýsa av søguligari framseting II. Keldukritikkur, keldulesnaður og lærubókaanalýsa Ad. I: Við støði í greining av Lennart Berntson et. al: EUROPA 1800-2000, saman við lesnaði av ókendum keldutilfari, verður dentur lagdur á at analýsera seg fram til nøkur høvuðseyðkenni við høvuðsverkinum. Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politisk), søgusýni/-fatan, metingar-hættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða, perspektivering (m.a. kronologiskt og geo-grafiskt) og egnar metingar av hesum. Nakrar av tesunum verða settar í samband við lesturin av moduli 1 (Føroya søga við høvuðsdenti á 18. og 19. øld) og moduli 2 (Eldri heimssøga - samlestur við SSD). Ad II: Við útgangsstøði í bókini Søgufrøði og øðrum ískoytistilfari koma lesandi við kelduvenjingum at gera sær tankar um kelduvirðið í heimildunum. Eisini verður dentur lagdur á, at øll søguskriving er tíðarbundin og at søga í fólkaskúlahøpi umframt at verða eitt vitanarfak eisini er eitt dannilsisfak, har sjálvstøðug støðutakan er kravdur partur. Gjøgnumgingið verður m.a. hesi evni: At finna fram heimildir, keldusløg, ytri meting, keldur av 1. og 2. hond, hall, munnligar heimildir, fram- og afturlítandi keldur, málslig frábrigdi, og faklig hugtøk, ið kunnu verða tíðarbundin.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, kjak, kelduvenjingar, analýsuuppgávur og viðgerð, umframt venjingar í at leita fram tilfar og taka støðu til, hvussu hetta kann brúkast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • Hava eina breiða vitan og fatan av søgugongdini í Evropa eftir upplýsingartíðina • Duga at seta søguligar hendingar í samband við onnur tíðarskeið og lond • Verða før fyri at meta um og viðgera søguskriving og keldutilfar • Verða før fyri at viðgera spurdómar út frá givnum kelduheimildir • Verða før fyri at tulka heimildir og grundgeva fyri egnum niðurstøðum
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við 3-tímas innanhýsis skrivligari roynd við støði í lisna tilfarinum og við atliti at gera eina søguliga framseting út frá einum givnum spurdómi. Innanhýsis skrivlig roynd, 3 tímar. Øll hjálpiamboð eru loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sum høvuðsverk verður lisið: Lennart Berntson, Guðmundur Hálfdarson og Henrik Jensen: EUROPA 1800-2000. Roskilde Universitetsforlag, 2011. Harumframt kemur nakað av fjølritaðum tilfari, umframt keldutilfar, ið verður úthent so hvørt. Bygnaður av linjulestrinum í søgu fyri alt lestrarárið: Modul 1: Føroya søga við høvuðsdenti á 18. og 19. øld 10 námsstig Vika 34-41 Modul 2: Eldri heimssøga (samlestur við SSD) 10 námsstig Vika 37-3 Modul 3: Evropas søga eftir upplýsingartíðina 8 námsstig Vika 43-51 Modul 4: Søgudidaktikkur 7 námsstig Vika 4-7 Modul 5: Starvslæra (sjálvvalt evni) 10 námsstig Vika 8-15
Ábyrgd
Dagbjartur Debes