7356.12 - Málsøga


Skeiðsnummar
7356.12
Heiti
Málsøga
ECTS
3
Endamál
Fyri at kunna undirvísa í málsøgu og rættskriving í fólkaskúlanum er neyðugt at hava ávísan kunnleika um fornmálið og um gongdina viðvíkjandi føroyskari málsøgu upp at okkara døgum. Tey lesandi skulu seta seg inn í vísindaligu hugtøkini upprunafrøði (etymologi) og ljóðfrøði (fonetik).
Innihald
Tey lesandi skulu kunna seg við fornmálið og tær heimildir, sum lýsa málsligu broytingarnar, ið henda, tá ið føroyskt sprettur úr norrønum. Tey skulu kunna seg við tey fyrstu, sum festu føroyskt á blað, og við verk teirra. Komið verður inn á søguna hjá føroyskum skriftmáli, og drátturin millum ljóðfrøðiligan og upprunafrøðiligan hugsanarhátt verður lýstur. Tey lesandi skulu kunna seg við støðuna hjá føroyskum í skúlahøpi, føroyskum sum kirkjumáli og yvirhøvur við støðuna hjá føroyskum í almenninum. Roynt verður at finna fram til, hvat ið ein almennur málpolitikkur er, og hvør støðan hjá føroyskum er borin saman við støðuna hjá móðurmálum í grannalondum okkara. Kunnað verður um purismu søguliga og samtíðarliga.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið málsøgu sum part av B:Ed-prógvi, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í málsøguligar spurningar. Við hesari vitan skal tann lesandi • duga at neyvlesa og greina málsøgutekstir • duga at leggja fram og geva grundir fyri ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi málsøgu-spurningum • duga at umrøða málsøguspurningar við hóskandi hugtøkum á málvísinda¬ligum grundarlag
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka við framløgu og 80% uppmøting. Tey, sum ikki lúka hesar treytir, skulu upp til munnliga roynd við innanhýsis próvdøming. Tann lesandi skal: • sýna innlit í málsøguspurningar í breiðari merking • vísa, hvussu hann dugir at skipa eina samanhangandi framløgu
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen